Japan: Stjórnin duldi týðandi upplýsingar

Skjøl, sum eru komin undan kavi, avdúka, at longu fýra tímar aftan á ta ógvusligu flóðalduna tann 11. mars í fjør visti stjórnin í Japan, at tað var stórur vandi fyri bræðing á Fukushima-kjarnorkuverkinum, og at tað kundi enda við einari umfatandi kjarnorkuvanlukku. Men tað japanska fólkið fekk einki at vita um vandan.

Tey, sum hava hugt í skjølini, siga, at tey avdúka, at stjórnin í Tokyo var púra lamin ta fyrstu løtuna, eftir at flóðaldan hevði rakt landnyrðingsstrondina.

Stjórnin fekk at vita, at flóðaldan hevði oyðilagt elveitingina til Fukushima-verkið, og at vandi var fyri bræðing í reaktorunum um átta tímar. Stjórnin fekk eisini at vita, í ringasta føri kundi støðan elva til eina vanlukku, sum bleiv verri enn tann í Tjernobyl í 1986. Men hóast hesar sera álvarssomu upplýsingar gjørdi stjórnin einki, og almenningurin fekk ikki at vita, hvat var á vási.

Eygleiðarar í Tokyo siga, at innihaldið í skjølunum vísir, at japanska stjórnin hevði onga hóming av, hvat hon skuldi gera, nú ein álvarssom vanlukka hevði rakt landið.