Leygardagin, 11. juli, var óvanliga stór jarðarferð í Havn. Tað var kendi havnamaðurin, Ingi Mohr, sum fór til gravar úr Ebenezer. Umleið 1000 vinir og kenningar vóru komin at siga sítt seinasta farvæl til Inga Mohr og fyri at geva honum seinasta heiðurin og seinastu tøkkina.
Øll kendu Inga og Ingi kendi øll. Ingi er kendur frá lokalpolitiki í Havnini og frá arbeiðinum hjá Heilbrigdi á Velbastað. Tað verður frá arbeiðinum innan alkoholviðgerð, at eftirtíðin kemur at minnast Inga á ein serligan hátt.
Ingi fekk sjálvur at smakka hvat myrkur í rúsdrekka kann verða fyri eitt menniskja, sum rættiliga fer á glið á rúsevnisglíðibreytini. Í sínum innara eyga, sá Ingi hesi mongu, sum vóru komin út í óføri orsaka av alkoholi. Við hesi visjónini fór hann, saman við góðum fólki, undir arbeiði á Heilbrigdi á Velbastað, sum er ein viðgerðarstovnur fyri fólk við alkoholtrupuleikum.
Róland í Skorini, sum var tann, ið talaði undir jarðarferðini, segði í taluni,“at meira enn 4000 menniskjur, alla staðni frá í landinum og av øllum samfelagsklassum, hava leitað sær hjálp hjá Heilbrigdi, og at uml. 1600 av hesum kunnu í dag siga, at tey fingu eina varðandi hjálp”. Tað var tí ikki so løgið, at nógv fólk hevði leitað sær til jarðarferðina hjá Inga, henda vakra leygardagin í Havn. Blómur og kransar var so nógv av, at tað rakk næstan út á trappusteinin í Ebenezer.
Róland tosaði um ættarfaðirin Jákup, sum vit lesa um í Gamla Testamenti. Tosaði um andaliga bardagan, sum Jákup mátti fara ígjøgnum, áðrenn hann fann javnvágina í sínum lívi. Róland nevndi, “at Jákup bardist við Gud, at hann bardist við onnur menniskju, men at hann kanska bardist eina mest við seg sjálvan. Róland nevndi, at kanska var tað so hjá Inga, at hann til tíðir sá myndina av sær sjálvum í lívinum hjá Jákupi.”
Ingi Mohr var stigtakarin og oddamaðurin til hesa viðgerð, sum nú hevur verið í Føroyum í meira enn 20 ár. Um Ingi ikki sjálvur hevði smakkað beiskleikan av alkoholinum og sjálvur hevði upplivað at fingið hjálp, kann tað væl vera, at hann ikki hevði brent á sama hátt fyri hesi sakini. Ingi hugsaði ikki einans um sjálvan misbrúkaran, men eisini um tey avvarandi, sum eisini líða og hava brúk fyri viðgerð. Tí fekk Ingi, fyri nøkrum árum síðani, til vega nøkur hús á Skarvanesi á Sandoynni. Hesi húsini hava virkað sum ein depil, har familjan hjá misbrúkaranum kann koma og fáa hjálp, samstundis sum tey kunnu finna hvílu í friðarligum umhvørvi. So statt kunnu vit kanska siga, at húsini á Skarvanesi er eitt slag av forlongdum armi hjá Heilbrigdi.
Hátíðarløta á Bispebjerg
Fyri uml. einum ári síðani mátti Ingi, familja hansara og hansara nærmatsu vinir síggja í eyguni, at Ingi var vorðin sjúkur. Á Bispebjerg sjúkrahúsinum í Keypmannahavn, har Ingi fleiri ferðir hevði leitað sær hjálp, var hann staddur saman við konuni, Annu, og øllum trimum børnunum, Unn, Gunnar og Guðrið, tá hann fyri seinastu ferð legði eyguni saman. Áðrenn kistan fór til Føroyar, við Føroya-flogfarinum, var andakt í hospitalskirkjuni. Kirkjan var fullsett. Vinir og kenningar vóru komin ymsastaðni frá úr Danmark, m.a. úr Jyllandi. Randi Hansen sæt við klaverið og fylti løtuna við sínum vakra klaverspæli og Øssur Berghamar hevði eina góða minningarrøðu um barndóms- og skúlakammeratin Inga.
Veðrið var av tí allar vakrasta við sólini hægst á luftini, og Øssur samanbar summarið uttanfyri við løtuna inni: “Á ein hátt so lítið samsvarandi við hesa annars ljósu løtuna, tí í dag stendur sólin hægst á himli og tó kennist hetta onkursvegna sum lívsins nátt, tí undir kistilokinum liggur Ingi, hesin altið so livandi og ljóslynti havnadrongurin.” Øssur hugleiddi eisini um fyrsta skúldagin, tá hann og Ingi og onnur Havnabørn fóru sín fyrsta dag í skúla í 1949 í gamla Kommunuskúla í Havn, sum í dag er býráðsskrivstova. “Tolnir og minni tolnir lærarar, sum terpaðu tøl og stavsetingar við okkum. Orð lærarans vóru lóg og rættur í teimum døgum. Men tá var gott at hava Inga við í hóipinum, tí hann setti mangan lit á tilveruna við sínum livandi verumáta.” Andaktin á Bispebjerg hospitali endaði við sanginum um flytifuglarnar, sum var ein av yndissangunum hjá Inga: “Sangurin um fuglarnar, ið gera seg til reiðar at flyta til heitari lond, tí “eitt ljósari land honum bíðar, har summar og sól altið er.” Gott at vita, at eisini Ingi var ferðabúgvin,” segði Øssur.
Hátíðarløta í Ebenezer
Ingi dámdi væl sang og hann var musikalskur, tí var tað hóskandi, at tað varð gjørt nakað serligt við tónleikin undir jarðarferðini. Dupultkvartettin í Ebenezer, sum Ingi líkaði ómetaliga væl, sang í Ebenezer og á grøvini. Eisini luttók Ebenezer-kórið. Kristina á Váli og Jóhannes Andreassen spældu musikstykkið “Prayer” eftir Ernest Young, og tey trý Nicolaus Kapnas, Kamilla Ravnsfjall og Bo Isholm spældu stykkið “Adagio” eftir italska tónaskaldið Albinoni . Løtan í Ebenezer endaði við at Jóannes á Váli spældi Largo av Händel meðan børan varð borin út.
Uttan fyri Ebenezer bíðaðu ikki færri enn 16 reiðmenn á hvør sínum rossi, sum gingu á odda alla leiðina út í kirkjugarðin. Tá fylgi kom til kirkjugarðsgrindina stigu reiðmenninir av rossunum og fóru leiðandi við teimum inn í garðin. Rossið hjá Inga gekk fremst. Ervið varð hildið í niðara Sali í Ebenezer.
Ein hátíðarløta, og vit mugu sanna, at minnið eftir Inga Mohr er við allari virðing ritað fast í huganum hjá mongum. Vit hugsa um Annu og familjuna, sum situr eftir við sakninum.
Poul Jóhan Djurhuus