Á Jarðarinnar botni

Eitt sjáldsamt landslag liggur fyri tær, tá tú ferðast úr Jerusalem oman móti Jeriko og longri suður við Deyðahavinum. Skiftandi frá oyðimørk til kanska fruktarbesta umhvørvið í heiminum yvirhøvur, aftur til steindeytt saltland, har einki livandi trívist

1. partur

Við Deyðahavið:Tað er einki at undrast á, at júst vegurin millum Jerusalem og Jeriko varð gjørdur til pall til søguna um miskunnsama samariubúgvan. Her mundi vera lætt hjá ránsmonnum at fjala seg, í eini tíð, tá tyrlur og fylgisveinaeftirlit ikki var uppfunnið. Og tískil heldur enn ikki vandamikið hjá vanligum hampafólki at ferðast á. Tann turrgelda oyðimørk við rivum og gjótum her og har, har eitthvørt ránsmannalið hevði bestu møguleikar at halda til.
Vit halda úr Jerusalem og koyra undan brekkuni. Einar 1.200 metrar ella so skulu vit niður, áðrenn vit náa Deyðahavinum, sum er mál okkara.
Reiðiliga leysir av býnum peikar bilørarin á ein fjallarygg og sigur, at her byrjar Júda oyðimørkin. Hesu megin fjallið regnar, og okkurt veksur. Men hinumegin er oyðimørk.
Og hann hevur rætt. Tað er steindeyð oyðimørk at síggja, tá vit runda rustina.
Vit koyra undan brekkuni. Støðugt omaneftir. Og so er knappliga eitt skelti har við vegin, sum sigur frá, at nú eru vit á hædd við havið. Meðalhavið verður sipað til. Men vit hava nógv land og djúpan dal undir okkum enn. Einar 400 metrar undir vatnskorpu Meðalhavsins liggur Deyðahavið, sum er lægsta punkt á landjørðini.
Hirðar í bygdarlagnum
Men her býr fólk í oyðini kortini. So okkurt man vera at vinna í munnin, hvat tað so er.
Tað ganga seyðafylgi ymsastaðni nakað burtur frá vegnum, og ein maður, ella helst ein stórur smádrongur, er at síggja her og har millum hesi fylgini.
Og so kemur ein tjaldlega knappliga undan einum sandheyggi. Heldur skirvislig á at líta. Ein tangavognur, sum uttan iva goymir vatn, stendur eitt sindur burturfrá, og har er ein av røktingarmonnunum júst komin við einum fylgi, sum skal hava eitt sindur at drekka úr hesum krananum.
Tað rýkur onkunstaðni millum tjøldini, og her og har sløðist eitt gamalt bilvrak, sum hesir beduinarnir, ið nú eftir øllum at døma eru vorðnir búfastir her við Jerikovegin, ikki longur fáa at rulla.
Mær rennur til hugs frásøgnina hjá Arna Falk Rønne, tá hann hitti ein av símnum gomlu beduinkenningum aftur undir slíkum umstøðum. Hesin stolti høvdingin, sum nøkur ár frammanundan hevði reypað av øllum sínum kamelum og øðrum vælstandi, var nú endaður sum ein sonevndur »teaterbeduin« við einum útmeiggjaðum kameli, sum hann vísti fram fyri fremmandafólki. Sjónliga eyðmýktur av støðuni, hann var endaður í, men gjørdi tað av berari neyð.
Gamli vegurin
Hann gekk hendanveg, gamli, óhepni ferðamaðurin á veg til Jeriko. Spakuliga stig fyri stig í hitanum. Kannaði lendið kring seg fyri at vita, hvussu støðan mundi vera við ránsmonnum. Og kortini endaði tað galið.
Hesin gamli vegurin, hann ferðaðist eftir, er ikki at síggja í dag. Í hvussu ikki úr einum bili, sum við 100 kilometra ferð strýkur oman móti slættanum.
Men dagsins valdsharrar vænta kortini ránsmenn. So teir hava sett eina eftirlitsstøð upp við vegin, soleiðis at tey, sum ferðast móri Jerusalem, verða kannað. Langur hali oman brekkuna. Men vit koyra ótarn-aðir øvugtan veg.
Leggja kilometur eftir kilometur afturum, og síggja so knappliga vegskeltini, sum siga, at nú eru vit við Jeriko.
Tó er tað ikki heilt rætt kortini, tí býurin liggur nakað væl burtur frá høvuðsvegnum. Avbyrgdur.
Hesin søguligi staðurin, sum kortini er heilt nýggjur, hóast sagt verður, at Jeriko helst er heimsins elsti býur yvirhøvur.
Men teir hava verið nógvir, og mong stórmenni hava vitjað teir. Josva tók ein, og Heródes gamli hevði sítt vetraruppihald í einum øðrum.
Hevur kanska sitið her í einum heitum baðikari og givið boð um at drepa øll børn í grannalagnum, sum yngri vóru enn tvey ár. Tað var ikki nakað, hann hugsaði serliga nógv um, altso tað ræðuliga í einum slíkum boðum. Tey mundu vera rímiliga vanlig, slík boð. Hann hevði givið tey fyrr og fór at gera tað aftur. Ikki sína egnu familju læt hann sleppa undan heldur.
Men at hann heldur ikki kendi seg tryggan nakrastaðni, prógva borgirnar, hann læt byggja, ella í øðrum lagi styrkja, her í grannalagnum. Herodion her vestantil. Makerus hinumegin Deyðahavið. Og Masada longri suðuri.
Vit fara ikki inn í Jeriko, men koyra framvið og halda leiðina suðureftir móti stóra salthavinum.
Qumran
Her er tað so. Staðið, har kanska mest áhugverdu skriftir í okkara heimi eru funnar. Tær kendur Deyðahavsrullurnar.
Muhamed Dib var 13 ára gamal, tá hann í 1947 fann tær fyrstu av sonevndu Deyðahavsrullunum. Hesar rullurnar, sum síðan hava verið so nógv granskaðar og ikki minni viðgjørdar á ráðstevnum og tingum.
»Men barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkini til tann dagin, tá hann steig fram fyri Ísrael.«
Soleiðis verður skrivað um Jóhannes Doyparan. Og semja tykist vera um, at tað, at hann var í oyðimørkini, man merkja, at hann varð sendur í klostur at læra seg siðir og lógir.
Sera nærliggjandi er at hugsa, at hann júst hevur verið her í essenaraklostrinum í Qumran. Hetta staðið, sum ivaleyst hevur virkað sum ein og hvør annar lærdur háskúli, har átrúnarliga elitan hevur sent sínar synir, sum ætlandi skuldi koma sær fram í tempultænastuni.
Her á hesum staði er tann reindyrkaða kommunisman uppstaðin. Hon, sum tey fyrstu kristnu, vit lesa um í Apostlasøguni, bóru víðari.
Her var alt felags. Tann sum kom í klostur her, skrivaði undir uppá, at hann læt alt sítt til felagsskapin. Tað var enntá revsivert at halda nøkrum aftur fyri hinum brøðrunum í klostrinum. Afturfyri fekk hann so alt tað, honum tørvaði.
Men teir hava, sum rímiligt er, verið aðrastaðni enn bara her í Qumran klostirnum, hesir essenarar. Samtíðar søguskrivarin, Flavius Josefus, metir, at teir munnu hava verið einir 4.000 í tali tilsamans, so tað er greitt, at bara her, vit nú standa, hava teir ikki hildið til.
Og tað, sum vit hava fingið frá Josefusi, Philo og apostlasøguni, hava Deyðahavsrullurnar í ríkiligt mál lagt klárt fyri dagin.
Ein Gedi
Men her er ikki at dvøla, tí enn eru vit ikki komnir meira enn reiðiliga hálvan veg. Vit skulu á Masada, sum liggur longri suðuri. Men fyrst skal steðgast í oasuni Ein Gedi, og sjálvandi skal eisini svimjast í Deyðahav-inum.
Hinumegn havið, einastaðni har inni í fjallalendinum jordansku megin, liggur tann óhugnaliga borgin Makerus. Her yvir av staðnum, har Jóhannes Doyparin hevur hildið til. Iva-leyst hava teir sæð ljósini hjá hvørjum øðrum. Og kanska eisini tað óhugnaliga kvøldið, tá hann varð hálshøgdur í kjallaranum har yviri einastaðni, og høvdið borið á silvurfati til eina unga dansarinnu, sum fyri at gleða móðir sína kravdi av kongi sínum, at hann skuldi gera so.
Vit sita á frálíka vallaraheiminum í Ein Geddi og fáa okkum ein kaffimunn saman við vertinum, tá eitt geitafylgi kemur framvið.
? Tær eru nógvar í tali, og talið bara veksur, síðan tær vórðu friðaðar, greiðir vertuirn frá. So leggjast tær á alt, sum grønt er. Og sjálvandi er urtagarður okkara sera útsettur, tí uttan fyri sjálva kibbutzina veksur ikki so nógv. Vit hava fingið okkum hund, sum hevur einans uppgávu. At halda geitunum burtur úr urtagarðinum.
Har ganga tær og bíta alt, sum eitt sindur grønt er. Ein fullvaksin bukkur, sum er heldur størri enn flestu av hinum djórunum, reisir seg upp á afturbeinini og tekur nøkur bløð úr runnunum, har standa.
Man tað vera soleiðis, tað er farið fram, tá Ábraham knappliga fekk ein veðr at offra í staðin fyri Ísak á sinni? Kanska kom hesin veðrurin fastur í leitan síni eftir føði millum greinarnar? Hornini eru nóg stór til, at tað skuldi borið til.
Vit fara oman at sjóvarmálanum og gera klárt at taka nøkur tøk. Tað, sum mest umráðandi er her, er at syrgja fyri ikki at fáa vatn í eyguni. Tí tað svíður illa og kann vera beinleiðis skaðiligt, fáa vit at vita.
Sagt verður, at saltinnihaldið í Deyðahavinum er eini 25 prosent. So móti teimum fýra, sum eru í Meðalhavinum, er hetta øgiligt.
Her ber ikki til at søkka, og tað dugdu jødisku fangarnir, rómverski herhøvdingin og seinni keisarin, Titus, stoytti oman hinumegin vatnið, eisini at gera sær dælt av.
Samanbundnir og leinkjaðir løgdu teir høvdini afturá og róku so við lotinum tvørtur um vatni og upp á land hesumegin, her teir flýddu niðan í fjallalendið.
Og rætt er. Tú flýtur sum ein proppur og rekur veruliga við lotinum, so neyðugt er rættiliga at andøva fyri ikki at reka út á vatnið.
Her gongur sjón fyri søgn. Tað ber væl til at liggja og lesa her á vatninum. Tað er bara hatta har við andøvingini, sum skil skal haldast á.