Jarðber dyppað í sjokulátu - leskiligt og romantiskt

Í roynd og veru eru bæði jarðber og sjokoláta kend fyri sínar lystvekjandi eginleikar - og jarðber dyppað í sjokolátu er eisini blivið ein klassikari á Valentine degnum

Orsaka av reyða litinum og lokkandi smakkinum vóru jarðberini, í gamla rómverjaríkinum, hildin at vera ímyndin av Venus, rómversku ástargudinnuni. Jarðberini vórðu seinni ímyndin av fruktbæri orsaka av teimum mongu fræðunum, sum liggja omaná fruktini. 

Søgnin sigur eisini, at býta tvey eitt jarðber millum sín, fáa tey tokka til hvørt annað. Og víst eru tey romantisk - vøkru reyðu berini, sum líkjast smáum hjørtum, og parar tú tey við sjokolátu, verður romantiska smakkupplivingin fullkomin. Just soleiðis, sum hon eigur at vera á sjálvum kærleikans degi.

Her er ein leskilig uppskrift frá Jóhonnu á Tjaldrafløtti, stjóra á Húsarhaldsskúla Føroya

 

##med2##

 

Tilfar

400 gramm fesk jarðber

150 gramm av góðari sjokulátu

Til ber eisini av nýta ymisk sløg av sjokolátu, so sum myrka, ljósa, hvíta ella hvíta við jarðber

 

Vaska jarðberini í køldum vatni. Ikki taka grønu bløðini av.

Turka jarðberini væl. Tey skulu vera ordiliga turr, áðrenn tey verða dyppað í sjokulátuna.

Sker sjokulátuna smátt og smelta tveir triðingar av sjokulátuni í vatnbaði.

Tak av hitanum og rør restina av sjokulátuni í.

Set ein træpinn í jarðberið, dyppa í sjokulátuna og set á bakipappír til sjokulátan er harðnað.

 

Prýði:

Prýð jarðberini, sum tú heldur riggar best við hvítari ella ljósari sjokulátu, frostturkaðum hindber ella øðrum.

Sjokulátajarðberini skulu goymast kalt í mesta lagi 24 tímar.