Jarðskjálvtar í Íslandi

Skjálvtar eru máldir upp í 4 á Richter-stiganum. Í kvøld skalv jørðin kring Selfoss og Torlákshøfn á Suðurlandinum í Íslandi. Serliga kring Selfoss, har fólk tustu út á gøturnar. Hetta skrivar Vísir á alnótini. Klokkan 22.40 - føroyska tíð - var ringasti skjálvtin máldur upp í 3 á Richter-stiganum. Fyrr í kvøld var ein skjálvti, sum máldi upp í 4 á Richter-stiganum. Í onkrari íbúð duttu allar myndirnar niður av vegginum.