Íslendski jarðfrøðistovnurin hevur skrásett ein veikan jarðskjálvta við oynna Grimsey Skjálvtin, sum var 3,5 á Richter-stiganum, hevði miðdepil einar fimm fjórðingar í landnyrðing norðan úr Grimsey, sum er á Norðurlandinum.
Jarðfrøðingarnir fara nú at kanna skjálvtan nærri, men tað er ikki líkt til, at hann bleiv skrásettur nakra aðrastaðni, siga teir.
Veikir jarðskjálvtar eru javnan í Íslandi. Herfyri vóru fleiri á Reykjanesleiðini.