Jarðarferðartænastan, Seinasta Heilsan, sum Haraldur S. Hammer rekur, fevnir í høvuðsheitum um fýra ting: Kistu, líkkoyring, blómur og prent av sanghefti.
- Vit veita allar hesar tænastur og loysa hesar uppgávur fyri avvarðandi, sum ynskja tað. Avvarðandi kunnu fáa allar hesar tænastur hjá okkum, og tey kunnu eisini velja tann partin av okkara tænastum, sum tey halda, at teimum tørvar.
Haraldur S. Hammer sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin at venda sær til jarðarferðartænastuna, ið altíð er til reiðar at taka sær av teimum uppgávum, sum viðskiftafólk spyrja eftir.
Kærleiki og virðing
- Kistan, sum vit eisini veita, er oftast tað fyrsta, sum avvarðandi bíleggja, og síðan koma børuprýði, kransar og blómur.
Hann vísir á, at tá kistan er bíløgd, hava tey avvarðandi eitt sindur betur tíð til at finna út av ymiskum øðrum praktiskum viðurskiftum í samband við jarðarferðina.
- Avvarðandi ganga høgt upp í skjóta og góða veiting. Vit koyra kistuna út so skjótt, hon er bíløgd, og vit taka bílagt børuprýði, kransar og blómur við á staðið, haðani kistan fer, sigur Haraldur.
Jarðarferðartænastan - Seinasta Heilsan - hevur avtalur við fleiri kommunur, og har avtalur eru, rinda tey avvarðandi ikki fyri koyring, tí hesum partinum syrgir kommunan fyri.
- Ein jarðarferð verður altíð fyriskipað við kærleika og virðing - fyri tí, sum er farin og fyri teimum eftirsitandi og avvarðandi. Allar jarðarferðir eru serstakar, og eingin er eins, sigur Haraldur S. Hammer.
##med2##
Blómuhúsið á Toftum
Í fleiri ár áttu og róku Haraldur og konan, Marjun, Blómuhúsið við Norðskála, sum fyri fáum árum síðan flutti út á Toftir, hagani Haraldur hevur sínar røtur.
Blómuhúsið á Toftum húsast í stórum og góðum hølum, har handilin Hjá Sannu var í nógv ár. Handilin er í gólvhæddini, og her er lætt at koma á gátt.
Fyri tey, sum eru yngri og ikki minnast handilin Hjá Sannu og fyri onnur, sum ikki eru so væl kend á Toftum, er Blómuhúsið at finna beint sunnan fyri matvøruhandilin Hjá Pidda á Toftum.
Tað er soleiðis bara eitt hanagleiv úr handlinum Hjá Pidda og niðan í nýggja handilin hjá Blómuhúsinum.
Haraldur S. Hammer letur sera væl at undirtøkuni, síðan Blómuhúsið flutti av Norðskála og út á Toftum.
- Tað var ikki minst við Eysturoyartunlinum fyri eyga, at vit valdu at koma heimaftur á Toftir og lata handil upp her.
Hann vísir á, at nú er tað eingin vegur av Toftum til Havnar longur, og brosandi leggur hann aftrat, at tað er so heldur eingin vegur úr Havn heim á Toftir.
Í Blómuhúsinum eru blómurnar sjálvsagt í miðdeplinum, og her fæst eisini mold, taðingarevni, gravarprýði, prýðislutir og ymiskt annað.
##med3##













