Ristingar merktust bæði í afganska og pakistanska høvuðsstaðnum.
En jarðskjálvti, sum máldi 6,2 á richtarstiganum, hevur rakt Norðurafganistan og Pakistan í kvøld – bara tveir mánaðir eftir, at 300 fólk doyðu í einum øðrum jarðskjalvta í fjallaríka økinum.
Sterkar ristingar merktust í afganska høvuðstaðnum, Kabul, og í pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad. Tað elvdi til, at fólk, sum lógu og svóvu, fóru upp og út á gøturnar.
Ristingarnar merktust so langt burtur sum til New Delhi í India.
Sambært amerikanska jarðfrøðisstovninum var episentrið hjá jarðskjálvtanum 203 km niðri í jørðini um 82 km í ein landssynning úr býnum Feyzabad.
Undir ávísum umstøðum kunnu ristingar upp á 6,2 gera stóran skaða.
Ein jarðskjálvti 26. oktober í sama øki varð máldur til 7,5 og oyðilegði fleiri túsund hús og kostaði 300 fólkum lívið, skrivar Ritzau.