Jarnbardur er FM vinnari í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Í dag vann Jarnbardur aftur sannførandi sigur. Hetta er sætti sigurin í ár, og tað vil siga, at Jarnbardur hevur vunnið allar róðrarnar.
Hetta er 20. ferðin, at Jarnbardur við kvinnumanning vinnur FM, og hetta er sætta árið á rað, at Jarnbardur vinnur FM. Tað var í 1983, at tað varð farið undir FM kappping fyri kvinnur í 6-mannaførum.
Eingin bátur hevur vunnið FM so ofta, sum Jarnbardur við kvinnum.
Í dag var Gongurólvur hjá Havnar Róðrarfelag næstfremstur. Hósvíkingur, sum hevur verið við í kappingini um næstfremsta plássið, var ikki við í róðrinum í dag.
1 | Jarnbardur (RK) | 05:35.08 | +00.00 | 7 | ||
2 | Gongurólvur (HR) | 05:45.31 | +10.23 | 6 | ||
3 | Glyvrabáturin (NSÍ) | 05:50.23 | +15.15 | 5 | ||
4 | Víkingur (HR) | 06:44.00 | +68.92 | 4 |
1 | Jarnbardur (RK) | 6 | 42 | ||
2 | Hósvíkingur (HVR) | 5 | 24 | ||
3 | Glyvrabáturin (NSÍ) | 4 | 23 | ||
4 | Tvørabáturin (FSR) | 3 | 14 | ||
5 | Gongurólvur (HR) | 2 | 11 | ||
6 | Víkingur (HR) | 2 | 8 | ||
7 | Fortuna (VÍF) | 2 | 7 |
FM manningin á Jarnbardi
Toftan – Bakborð
Marta Petersen
Toftan – Styriborð
Tanja Kruse Dam
Rúmið – Bakborð
Rakul Jansdóttir
Rúmið – Styriborð
Guðbjørg Abrahamsen
Lærið – Bakborð
Paula Eikholm
Lærið – Styriborð
Sonja í Hoyvík
Róðursmaður/-kvinna
Jannie Dam Jacobsen