Á tiltakinum á Listasavni Føroya hósdagin fer Elin Ludvig, stjóri á Dugna, at bjóða vælkomin, og hon fer eisini at siga nøkur orð.

Kærleikskúlan 2025 verður handað hósdagin

- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein gripur við kærleika og vinalagi. Kúlan er handgjørd, og upplagið er avmarkað, siga tey á Dugna

 

Á tiltakinum á Listasavni Føroya hósdagin fer Elin Ludvig, stjóri á Dugna, at bjóða vælkomin, og hon fer eisini at siga nøkur orð.

Kærleikskúlan hjá Dugna 2025 verður avdúkað á Listasavni Føroya hósdagin hin 27. november, og tá verður avdúkað, hvat listafólk hevur sniðgivið Kærleikskúluna. 

 

- Fyrsta Kærleikskúlan verður latin onkrum, ið hevur gjørt okkurt serstakt fyri onnur á eitt nú arbeiðsmarknaðinum. Á tiltakinum verður eisini avdúkað, hvør fær fyrstu Kærleikskúluna 2025. 

 

Tiltakið byrjar klokkan 10 á Listasavni Føroya, og øll eru vælkomin.

 

Á Dugna siga tey, at Kærleikskúlan er sniðgivin av einum av okkara mætastu listafólkum, og á tiltakinum fer listafólkið at greiða frá, hvat sniðið í ár ímyndar. 

 

- Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein gripur við kærleika og vinalagi. Kærleikskúlan er munnblást glaskúla, sum myndar kærleika og góðsku. Kúlan er handgjørd, og upplagið er avmarkað.

 

Víst verður á, at eingin kúla er eins, men hvør einstøk kúla er yndislig á sín egna hátt – júst eins og hvørt fólk á jørðini. 

 

- Tað eru seytjan ár síðan, at fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út. Kúlan 2025 verður bert seld í avmarkað tíðarskeið – frá 27. november til og við 23. desember – í gávubúðum kring landið.

 

Allur vinningurin fer til at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna. 

 

Á tiltakinum á Listasavni Føroya fer Elin Ludvig, stjóri á Dugna, at bjóða vælkomin, og hon fer eisini at siga nøkur orð. Síðan verður Kærleikskúlan 2025 almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið.

 

Fyrsta kærleikskúlan 2025 verður handað einari virðiligari fyrimynd.

 

- Lyon Hansen fer at spæla nøkur løg, og síðan verður ábit og drekkamunnur at fáa.

 

Á Dugna siga tey, at til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2025 hendan dagin í Listasavni Føroya, og her eru øll sjálvsagt hjártaliga vælkomin.

 


 

 

Á tiltakinum á Listasavni Føroya hósdagin fer Elin Ludvig, stjóri á Dugna, at bjóða vælkomin, og hon fer eisini at siga nøkur orð.