Jarnbardur er í serflokki

Vestmannakvinnur umborð á Fortunu løgdu ógvuliga bragdliga fyri, men eftir startspurtin var eingin ivi um, hvørt tað var, sum fór at vinna

Talan var ikki um nakra kapping millum 6-mannaførini við kvinnum. Jarnbardur var púra sannførandi, og var meiri enn leysur av næsta kappingarneytanum, tá ið bátarnir fóru um málið.

Merkisvert var tað, at Fortuna úr Vestmanna legði øgiliga bragdliga fyri. Fortuna skræddi seg tað allar mesta av einari bátslongd framum Jarnbard í startspurtinum, og eina evarska lítla løtu kundi tað tykjast sum um, at ein vón kveiktist í Vestmanna, at tað skuldi eydnast hvíta bátinum við grønum stokki at vinna í heimasjógvi.

Men soleiðis var tað bara eina heilt lítla løtu. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi lótu seg ikki taka av fótum ella rættari, so mistu tær ikki áralagið av, at tær eina løtu høvdu ein bát frammanfyri seg. Í sínum góða, sannførandi og væl kenda áralagnum togaðu tær seg framum Fortuna, og harvið var tað.

Gongurólvur, sum fyrr í summar hevur vunnið ein róður, smokkaði saman við Lómi heilt burtur ímillum í kappingini.