Róðurin hjá 6 mannaførunum við kvinnum kann ikki sigast at vera serliga spennandi. Somu bátar hava fingið somu plássini á hvørjari stevnu í ár. Jarnbardur fer fyrst um málið, síðani Riddarin, Lómur, Páll Fangi og Sølmundur. Soleiðis hevur tað verið hvørjaferð, og hóast Riddarin hevur hótt Jarnbard eitt sindur tvær tær seinastu stevnurnar, so er tað ikki nógv, sum bendir á, at sigursrøðin hjá Jarnbardi verður steðgað í ár.
Á Skála legði Jarnbardur seg á odda frá byrjan. Riddarin hevði hug at hótta tær nakrar ferðir gjøgnum róðurin, men í sjálvum endaspurtinum loysnaði millum tann bláa og tann hvíta, og Jarnbardur fór um málstrikuna eina bátslongd framman fyri Riddaran.
Kvinnurnar á Gongurólvi luttóku ikki í róðrinum, tí skelkurin av samanstoytinum sat framvegis í teimum.
<TT$?$end$!$6 mannafør kvinnur</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$1 Jarnbardur 05:14.24 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$2 Riddarin 05:17.20 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$3 Lómur 05:21.03 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$4 Páll Fangi 05:24.02 </TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$5 Sølmundur 05:32.19</TT$?$end$!$
<TT$?$end$!$ </TT$?$end$!$