Sum allar fýra tær undanfarnu ferðirnar í ár so vann Jarnbardur aftur í dag sera sannførandi sigur í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum.
Talan var ikki umkappróður, tí munurin var beinanvegin ein bátslongd, og hann longdist stútt og støðugt og var at enda meiri enn tríggjar bátslongdir. Rádni úr Fugalfirði var næstfremstur, og tær á Lómi av Argjum, sum í dag mannaðu Páll Fanga, vunnu tættu kappingina um triðja plássið við Herning.
Jarnbardur stýrir ímóti FM heitinum. Eingin ivi er um tað!
1 Jarnbardur 05:42.19
2 Rádni 05:52.08
3 Lómur 05:59.15
4 Herningur 05:59.17
Støðan
1 Jarnbardur 35
2 Rádni 29
3 Lómur 23
4 Herningur 15
5 Sølmundur 7