Kanska onkur miðvingur í tí dulda vónaði, at góða avrikið hjá Riddaranum í heimasjógvi á ólavsøku skuldi verða endurtikið, og at hóttanin, sum Riddarin á seinastu metrunum í Miðvági var ímóti Jarnbardi, skuldi gerast til meiri enn eina hóttan.
Um tað var onkur, sum hevði sovornar dreymar, so vórðu teir skjótt gjørdir til einkis á ólavsøku.
Jarnbardur leyp avstað. Á fyrstu hálvt hundrað metrunum vunnu tær umborð á Jarnbardi eina hálva bátslongd í mun til kappingarneytarnar, og so var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna.
Spurningurin var heldur, hvussu sannførandi sigurin hjá Jarnbardi fór at vera. Á málinum var munurin meiri enn tvær bátslongdir, og um onkur av hinum bátunum skuldi havt dittað sær at sett meiri á, so er neyvan nakar ivi um, at tær umborð á Jarnbardi høvdu krút eftir. Tær vórðu í hvussu so er ikki trýstar at leggja alla orku í.
Kappingina um næstfremsta plássið vann Riddarin enn eina ferð. Gongurólvur hevði hug at vera við eina løtu, meðan Páll Fangi ikki fekk tann startin, sum tær fleiri ferðir fyrr í summar hava havt.
Men Páll Fangi tók Gongurólv, og Riddarin hevði ikki trupulleikar av at verja næstfremsta plássið, sjálvt um munurin frá Riddaranum og aftur til Páll Fanga á ongan hátt var so stórur, sum hann var frá Riddaranum og fram til Jarnbard, sum vann FM fyri sjeyndu ferð. Tað er fleiri ferðir, enn nakar annar hevur vunnið.