Jarnskorarnir skoraðu trý mál

1. DEILD: Víkingur vann trivaligan sigur ímóti grannunum í NSÍ

Fríði Gertsson Jarnskor var í dag tvífaldur málskjútti

Tað gongur strúkandi hjá teimum næstbestu víkingunum. Í dag vóru teir hinumegin Gøtueið og spældu grannauppgerð ímóti NSÍ, og teir høvdu trivaligan 4-1 sigur við sær aftur í Sarpugerð.

 

Nú annar triðingur av kappingin er liðugur, hevur Víkingur 42 stig, og tað eru bara tvey stig fram til B71, sum er oddalið, og sjey stig eru aftur til FC Suðuroy, sum er á triðja plássi.

 

Um tvær vikur verður toppuppgerð, tá ið B71 fær vitjan av Víkingi.

 

Jarnskor er eitt av heilt kendu fótbóltsnøvnunum í Gøtu, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ættarlið. Í dag áttu Jarnskor menn trý av teimum fýra málunum í Runavík.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var tað 18 ára gamli Fríði Gertsson Jarnskor, sum legði Víking á odda, og Fríði var aftur upp á spæl, tá ið hann í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti 4-1 sigurin. Hann hevur skorað 11 mál í næstbestu deildini higartil í ár.

 

Rani Hansen økti 10 minuttir undan steðginum um munin til 2-0, og so var tað innskifti 16 ára gamli Pauli Jarnskor, sum átta minuttir undan leikloki fyri fyrstu ferð var málskjútti í 1. deild, tá ið hann økti um munin til 3-0.

 

Sjey minuttir eftir steðgin var tað Markus Klein Danielsen, sum við brotssparki skoraði NSÍ málið. Hetta var fyrsta málið hjá 17 ára gamla Markusi í ár.

 

Um eina viku fær NSÍ vitjan av HB, og tá fer Víkingur á heimavølli at spæla ímóti grannunum í ÍF.

 

 

 

Fríði Gertsson Jarnskor var í dag tvífaldur málskjútti