Játta 43,7 milliónir afturat til H-bygningin

Á tingfundinum í dag verður 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

 

Heilsumálaráðið skrivar í viðmerkingum til uppskotið, at arbeiðið at byggja H-bygningin er nú komið so langt, at hann mest sum sær út til at vera liðugur.

Arbeitt verður við at yvirtaka og royndarkoyra ymsar tekniskar skipanir og annað. Arbeiðið at samanbinda H-bygningin og B-bygningin er eisini í gongd. Harumframt er arbeiðið í gongd við at innrætta víðkaða partin av kjallaranum til goymslu, reingerð og parkering. Nakað av hesum arbeiði er drúgt, so tað gongur ein tíð, áðrenn sjúklingar kunnu verða innlagdir og koma til ambulantar viðgerðir í hesum nýggja partinum av Landssjúkrahúsinum.

Roknað verður við, at tað er tann víðkaði parturin av kjallaranum, ið tekur longst tíð. 

H-bygningurin er komin væl áleiðis, og við gjøgnumgongd er komið fram á nøkur bygningsarbeiði, ið eru komin afturat.

Harumframt hevur arbeiðið drigið út, og tað hevur fleiri byggiplássútreiðslur o.a. við sær. Við hesum grundarlagi verður nýggj verklagslóg gjørd, fyri at fáa materiella heimild at halda áfram á byggiplássinum og til bygningsarbeiðir.

Skráin til tingfundin í morgun klokkan 11 er hendan:

1) 1. viðgerð LM-008/2023 - Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi løgtingslóg um biografar

2) 1. viðgerð LM-009/2023 - Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ioniserende stråling og strålebeskyttelse (strålebeskyttelsesloven) (Ikrafttrædelse af ophævelsesbestemmelse)

3) 1. viðgerð LM-010/2023 - Uppskot til løgtingslóg um at byggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum lidnan

4) Frammløga