Tað hevur verið upp á tal, at forsetarnir í Ukraina og Russlandi, Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin, kanska fóru at hittast í Istanbul í Turkalandi hósdagin.
Men, tað er lítið, sum bendir á, at so verður.
Tveir politikarar í russiska tjóðartinginum siga, at tað verður eingin fundur millum forsetarnar hósdagin.
Næst ovastin í russiska yvirhúsinum, Konstantin Kosatsjov, sigur við sjónvarpsrásina, Rossia, at ein slíkur fundur skal tilrættaleggjast í langa tíð.
Tí er ikki hugsandi, at ein slíkur fundur millum Volodymyr Zelenskyj og Vladimir Putin verður í hesi vikuni, soleiðis sum onkrir miðlar hava hildið uppá.
Ein annar russiskur politikari, sum ikki verður nevndur við navni, sigur tað ikki vera óhugsandi, at serfrøðingabólkar úr Russlandi og Ukraina kunnu hittast í Istanbul.
Tað var í gjár, at Vladimir Putin segði, at beinleiðis samrøður eiga at verða hildnar millum Russland og Ukraina í Turkalandi.
Svarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, var, at hann er til reiðar at hitta russiska forsetan fyri at snakka um kríggið í Ukraina.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - tíðliga seinnapartin í dag.