Í Dimmalætting týsdagin 25. januar í ár, hevur Uni Arge blaðmaður eina samrøðu við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing. Tað sum Jógvan Mørkøre verður endurgivin fyri at siga, er skilagott og eisini áhugavert.
Eri tó ikki heilt samdur um alt, sum verður sagt í greinini, og tí hesar viðmerkingar.
Eg eri samdur við Jógvani í, at Javnaðarflokkurin hevur sett seg í eina tvístøðu, og rætt er eisini, at Javnaðarflokkurin er í eini lyklastøðu undan samráðingunum við danir.
Sagt verður millum annað í greinini: ?Landsstýrið veit, hvat tað vil. Og Sambandsflokkurin veit, at hann vil ikki tað sama sum landsstýrið. Men spurningurin er, hvat Javnaðarflokkurin ætlar??
Innanfyri ella uttanfyri
Mær kemur fyri, at spurningurin um okkara nýggja samstarv við danir verður gjørdur truplari og fløktari enn neyðugt er.
Øll vita, at landsstýrið hevur sum høvuðsendamál at fáa eina skipan, sum liggur uttanfyri verandi ríkiseind. Somuleiðis vita øll, at høvuðsendamálið hjá Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum er, at fáa eina nýggja skipan landana millum, sum tænir fólkinum best, - og tað er í dag, við at vera verandi innanfyri ríkiseindina.
Við hesum veruleika í huga, kennist tað løgið, at so nógv verður tosað um eina semju millum samgonguna og Javnaðarflokkin. Hvussu kanst tú finna eina skipan, sum bæði er innanfyri og uttanfyri?
Skal ein loysn finnast millum Javnaðarflokkin og samgonguna, má annar parturin sleppa sínum lýsta høvuðsendamáli. Tað kann sjálvandi henda, men eg ivist.
Alternativ ikki óhugsandi
Jógvan Mørkøre vísir á, at eydnast tað ikki Javnaðarflokkinum at koma til eina semju við landsstýrið, og sáttmálin fellur við eina fólkaatkvøðu, kemur Javnaðarflokkurin í eina trupla støðu. Her eri eg heilt ósamdur við Jógvani, tí um Javnaðarflokkurin í dag hevur eina lyklastøðu, so verður júst Javnaðarfloksins lyklastøða munin sterkari, um landsstýrið ikki fær sín vilja ígjøgnum.
Men Jógvan Mørkøre hevur rætt í, at tá má Javnaðarflokkurin saman við Sambandsflokkinum og kanska øðrum flokki sannføra veljaran um eitt alternativ, men tað skuldi so sanniliga heldur ikki verið nøkur trupul uppgáva.
Hvørki Sambandsflokkurin ella Javnaðarflokkurin eru so fastlæstir í teirra uppskotum, at eitt felags alternativ ikki kann mýkjast til. Og ivaleyst eru tað mong, sum undrast yvir, at eitt slíkt alternativ ikki enn er komið í lag millum andstøðuflokkarnar.
Hava veljarans undirtøku
Tá hugsað verður um, at 75% av veljarunum longu hava víst á eina leið, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin mæla til, er trupult at síggja hví júst Javnaðarflokkurin skal bera ótta fyri at samgongunnar ætlan verður feld.
At enda sigur Jógvan Mørkøre: ?So hvørt sum fólkaatkvøðan fer at nærkast, má Javnaðarflokkurin undir øllum umstøðum taka støðu?.
Jú sjálvandi má Javnaðarflokkurin eina ferð taka eina avgerandi støðu í hesum týðandi máli, og tað fer hann uttan iva eisini at gera. Men eg haldi meg millum reglurnar síggja, hvørji ørindi Jógvan hevur. Hann sigur, at Sambandsflokkurin er neyvan hugaður at flyta seg langt, og í hesi støðu missir Javnaðarflokkurin atkvøður og Tjóðveldisflokkurin fer at vaksa seg uppaftur størri.
Ein løgin niðurstøða. ? Eg veit ikki, um Jógvan her roynir at ræða Javnaðarflokkin, fyri at fáa hann at taka undir við samgonguni? Men eg má við undran spyrja Jógvan, hví hann ikki heldur, at Sambandsflokkurin vil flyta seg langt, fyri at varðveita ríkiseindina?
Sjálvandi mugu bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin flyta seg hvør ímóti øðrum, og gera teir tað, er als eingin trupulleiki í hesum stóra og týðandi máli. Men vilja flokkarnir ikki flyta seg, ja so er loysingin og fullveldið við øllum tess avleiðingum sjálvandi ein veruleiki.
Trygvi F. Guttesen