Javnaðarflokkurin fær av at vita

Veljararnir geva Javnaðarflokkinum ein harðan lúsing, um veljarakanningin hjá Fynd, sum útvarpið hjá Kringvarpinum kunngjørdi í gjár, er eftirfarandi.

Við seinasta løgtingsval fekk Javnaðarflokkurin eitt vánaligt úrslit, og misti flokkurin eitt av sínum sjey tingfólkum. Men sambært veljarakanningini, so kann flokkurin vænta sær eitt nógv verri úrslit, einans 14,4%. Bert tvær ferðir áður hevur flokkurin fingið eitt verri úrslit, tað var í 1932, tá flokkurin fekk 10,5% og fyrstu ferð flokkurin stillaði upp, í 1928, tá flokkurin fekk 10,6%.

Slakasta valið í nýggjari tíð var katastrofuvalið í 1994, tá flokkurin fór úr 27,5% niður í 15,4%.


Aðrar veljarakanningar, sum gjørdar eru síðani løgtingsvalið 19. januar 2008, benda eisini á, at Javnaðarflokkurin fær stóra afturgongd.