Føroya Javnaðarflokkur tekur frástøðu frá útsagnunum hjá løgmanni og varaløgmanni um, at lóggevast skal ímóti einum gjørdum sáttmála
Javnaðarflokkurin boðar frá, at í kjalarvørrinum av tí, sum bæði løgmaður, varaløgmaður og onnur tingfólk alment hava boðað frá um lønarhækkingina á almenna arbeiðsmarknaðinum, skal flokkurin gera greitt, at hann als ikki góðtekur at lóggivið verður ímóti einum gjørdum sáttmála.
»Undir orðaskiftinum um fíggjarlógina hava bæði løgmaður og varaløgmaður og eisini onnur tingfólk róð framundir, at feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki hava víst samhaldsfesti, tí lønirnar hækka. Nøkur teirra hava so eisini mælt til, at rættast var at farið í tingið og við lóg strikað lønarhækkingina upp á 3 prosent frá 1.oktober í ár« boðar flokkurin frá.
Samráðst var um at bíða við lønarhækkingini í eitt ár, og hevði hetta spart landinum um 60 milliónir.
»Hesar samráðingar eydnaðust ikki, soleiðis sum landsstýrið ynskti, og sum ávís feløg eisini høvdu rímiligt forstáilsi fyri. Ein av tungu grundgevingunum hjá nøkrum av feløgum fyri ikki at ganga landsstýrinum á møti var, at landsstýrið hevði ætlanir um at seta tunnilsverkætlanir fyri hundraðtals milliónir í verk, samstundis sum feløgini ikki fingu teirra sáttmálaavtalu uppfylta«, sigur flokkurin.
»Javnaðarflokkurin tekur hetta úrslit til eftirtektar. Samstundis standa vit við okkara orð um, at vit ikki fara inn og lóggeva ímóti einum gjørdum sáttmála, sum landsstýrið sjálvt hevur undirskrivað. Um ikki, so gera vit okkum inn á eina gamla hevdvunna siðvenju, og vit gera okkum inn á tað álit, sum er bygt upp«, staðfestir Javnaðarflokkurin.