Javnaðarflokkurin verður ikki við í fullveldismálinum

Eftir eykalandsfundin hjá Javnaðarflokkinum í dag er greitt, at Javnaðarflokkurin ikki verður við í fullveldisætlan landsstýrisins

Fundarsamtykt fra eykalandsfundi Javnaðarfloksins

19. februar 2000


Eykalandsfundurin staðfestir, at besta boð upp á broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum framvegis er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um eina Sjálvstýrislóg.


Føroya Javnaðarflokkur tekur ikki undir við, at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapinum, sum samgonguflokkarnir hava sett sær fyri.


Hin vegin heldur Javnaðarflokkurin, at verandi støða er ógreið og tryggjar ikki nóg væl føroyskt sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætt.


Javnaðarflokkurin ynskir eina nýggja skipan , har tað við altjóðarættarligum sáttmála millum Føroyar og Danmark verður staðfest:


? at ríkisfelagsskapurin er grundaður á sáttmála ímillum tvær sjálvstøðugar tjóðir og er galdandi, til annar parturin sigur hann upp.


? at tað er Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, sum er evsta

vald á øllum teimum málsøkjum, sum eru yvirtikin.


? at eingin avmarking er fyri, hvørji mál og málsøki kunnu koma undir føroyskt ræði.



Flokkurin royndi longu eftir løgtingsvalið at rudda veg fyri einari breiðari samgongu. Síðani hevur verið virkað fyri einari breiðari semju í sjálvstýrismálinum, men tá vit nú noyðast at staðfesta, at samgonguna ikki vil vikað seg, kann landsfundurin ikki geva tilsøgn um stuðul í fullveldisætlanini.


Alt bendir á, at einvísa mál samgongunnar um fullveldi verður ein hóttan ímóti livikorum og vælferð hjá Føroya fólki, samstundis sum uppskot samgongunnar als ikki loysir ógreiða valds- og ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark.


Javnaðarflokkurin hevur nú í gott 70 ár virkað fyri, at vit í Føroyum skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er í hásæti. Hesin arbeiðssetningur okkara ger av, hvussu øll onnur mál verða loyst, eisini ríkisrættarligi spurningurin.


Tórshavn hin 19. februar 2000