Spenningurin upp til løgtingsvalið økist dag frá degi, og gitingarnar eru óførar um, hvørjir flokkar verða sigursharrar, og hvørjir samgongumøguleikar verða eftir valið.
Gitt hevur verið, at loysingarflokkar s.s. Fólkaflokkurin, Tjóðveldið og Sjálvstýrisflokkurin er mest sannlíka samgongan eftir valið. At júst hesin møguleikin er til staðar, er onki at ivast í, og tí eiga allir veljarar, sum stuðla ríkisfelagsskapinum, ikki at sita heima valdagin, men ístaðin fylkjast um Javnaðarflokkin. Hetta kann gerast lagnudagur føroyinga, um vargafylgini sleppa inn um mark, nú Sambandsflokkurin hevur vundið hvíta flaggið í topp og kapitulerað.
Ongin loysn á uttanlandsskuldini ? ongin loysn í bankamálinum ? ongin fundur við Blair um undirgrundarmarkið o.s.fr.
Og hvør skuldi trúð tí, at Sambandsflokkurin (av øllum) at enda noyddist at lata inn stevning ímóti danska fólkinum?
Og hvør skuldi trúð tí, at eitt klandur í einum sambandskum lokalfelag inni í Eysturoynni kundi fáa so katastrofalar avleiðingar fyri land okkara?
Sambandsflokkurin, sum av røttum saman við Javnaðarflokkinum, átti at verja borg, liggur nú syndraður og óvirkin orsakað av borgarastríði. Akkurát tað, sum Javnaðarflokkurin ikki hevði brúk fyri, nú legiónirnar hjá loysingarmonnunum við rakstrarrópum nærkast markinum.
Orsakað av anarki og vantandi diciplin í Sambandsflokkinum hava innanhýsis bardagar ført við sær, at hópurin av renegatum eru farnir upp í liðið hjá Fólkaflokkinum, meðan ein lítil klika av ørkymlaðum sambandssinnaðum enn eru eftir í flokkinum.
Rembingarnar eru øgiligar, nú Sambandsflokkurin er á veg gjøgnum eina regenereringsprosess við avlúsing og sóttreinsan.
Mær renna í huga orðini hjá einum av Sambandsfloksins trúnrøvarum á fólkatingi upp til fólkatingsvalið: »Sambandsflokkurin ella kaos«. Úrslitið gjørdist »tveir« Sambandsflokkar og kaos.
Ivasamt er, um flokkurin kann gerast stuðulsflokkur hjá Javnaðarflokkinum í einari komandi samgongu. Í hvussu so er mugu vit krevja handfestning um, at innanhýsis bardagin er liðugur, og at Sambandsflokkurin aftur er vorðin friðarflokkur og álitisflokkur.
Men fyri Føroya fólk er nú ongin ivi um, at bert ein flokkur er mentur at ganga á odda í at verja ein virðiligan ríkisfelagsskap, og tað er Javnaðarflokkurin.
Og noyðast vit at verja hann einsamallir, ja, so gera vit eisini tað.
Gleðiligar páskir.
Heri H. Niclasen,
valevni Javnaðarfloksins
í Suðurstreymi