Javnaðarflokkurin

? einasta og besta alternativið

At eg lati meg stilla upp í Eysturoy fyri Hin føroyska Javnaðarflokkin, er tí at:

eg taki fult undir við tí politiska endamáli floksins, tá talan er um menniskjunnar eydnu, trivnað og vælferð. Eisini hevur flokkurin í síni stevnuskrá at menna, styrkja og byggja út vælferðarsamfelagið.

Tá aðrir flokkar vilja loysa frá Danmark og aðrir eru heilir sambandsflokkar, hevur javnaðarflokkurin ta greiðu støðu, at hann fyrst og fremst setur vælferðarsamfelagið fram um spurningi um loysing.

Harafturímóti er flokkurin heldur ikki í iva um, at tann heimastýrislóg, soleið-is sum hon er í dag, kemur ikk at halda fram óbroytt. Samráðast skal við danir um hetta.

Her í økinum eru vit í tí hepnu støðu at búgva í Føroya vakrastu náttúru, fram við Skálafjørðinum, ið er størsti, vakrasti og besti fjørður í landinum. Skálafjørðurin er frá Skaparans hond góð náttúruhavn.

Í mínari verð er einki at ivast í, at Skálafjørður skal upp í part, tá skjøtil verður settur á oljuvinnuna. Her eru allar fortreytir fyri at nøkta tann off shore tørv, oljuvinnan kemur at hava.

Mítt ynski skal vera, at smáskygni ikki má ráða í hesum máli, men at kommunurnar kring fjørðin í tøttum samarbeiði bera so í bandi, at hesin møguleiki ikki gleppur okkum úr hondum. Tá vil oljuvinnan koma okkum øllum fjarðarbúgvum til gagns, skapa fleiri arbeiðspláss umframt at hetta sæst aftur í avleiddum virksemi og økir um samfelagsinntøkurnar, sum eru við til at viðlíkahalda og útbyggja vælferðarsamfelagið.

Javnaðarflokkurin ynskir at privat og alment fyritakssemi taka lógvatak saman til frama fyri sunt virksemi eisini við Skálafjørðin.

Vit hoyra dag og dagliga um, hvussu útjaðaraøkini eru fyri, og hvat skal til fyri at har kann verða trivnaður. Javnaðarflokkurin stuðlar eisini at útjaðaraøkini skulu mennast. Eisini er sentralseringsspurningurin ? og ikki minst nú tá Kollafjørður og Havnin fara at leggja saman, uppi og vendir. Øll kennast við orð sum ferðasamband, undirsjóvartunnil, ferjur, pullartar, flogvøllur osfr.

Spurningurin er tí: Hvat við okkum í millumøkinum. Vit góðtaka ikki, at tað bert eru tvey økir í landinum: útjaðarin og Tórshavn. Sum búgvandi í einum slíkum millumøki, eiga vit at vera ansin og nógv meira aktiv fyri økið. Hetta gert tú bes við at velja Javnaðarflokkin.

Vandin fyri at miðøkið verður afturútsiglt, er sera, sera stórur. Eg kann nevna eitt dømi. Hoyra vit nakran nevna Skorhæddina í sambandi við nýggjan flogvøll? Eisini tykist tað ógvuliga syrgiligt og sundurliðað, at triðja størsta kommuna í landinum ikki hevur ein einasta umdømisvaldan tinglim. Hetta er ov vánaligt. Hvat við at atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum, so vit undu fingið tað í rættlag?

Eitt av mínum hjartamálum er heilsuverkið. Allarfyrsta, sum her skal gerast, er at forma ein heilsupolitikk fyri alt heilsuverkið. Í dag er eingin slíkur, og øll sum starvast í sektorinum, sakna í ólukkumát henda heilsupolitikk.

Viðvíkjandi Landssjúkrahúsinum er støðan vánalig. Landssjúkrahúsið er niðurslitið. Her treingir til eina totala nýhugsan. Sum framborið av valevnum Javnaðarfloksins er botnurin um at verða náddur. Vandi fyri, at vælútbúgvin starvsfólk rýma er stórur, og eingin koma í staðin. Tí skal nakað álvarsligt gerast á hesum øki.

Javnaðarflokkurin gongur inn fyri, at heilsuverkið í síni heild, herundir eisini heimarøktin, skal vera á hædd við hin partin av ríkinum. Tað er ikki rætt, at vit ikki hava ráð til at taka okkum av teimum veiku, sjúku og gomlu í okkara samfelag og geva teimum sømilig kor, samstundis sum vit tosa um at gera íløgu í undirsjóvartunnil og nýggjan flogvøll.

Tá Javnaðarflokkurin aftur situr við leiðsluni í landinum, verða korini hjá teimum veiku í samfelagnum ajourførd, politikkur fyri heilsuverkið, Landssjúkrahúsið skal viðgerast í síni heild.

Eg havi her greitt frá nakað av javnaðarpolitikkinum. Farið tí og veljið setið kross við lista C ? Javnaðarflokkin.


Eva Mortensen,

valevni Javnaðar-

floksins í Eysturoy