? Vanliga møta eini 25 fólk, tá vit hava limafund í Eysturoyar Javnaðarfelag. Men á fundinum á Sjómansheiminum í Runavík mánakvøldið møttu fleiri enn 60, sigur næstformaðurin í Eysturoyar Javnaðarfelag, Sylverius Jacobsen, ið virkar sum formaður, meðan Eyðun Johannesen á Oyrarbakka er til skips.
Hetta kvøldið var eisini limafundur, har Jóannes Eidesgaard, floksformaður greiddi frá orrustuni á fólkatingi og um valupplegg Javnaðarfloksins.
? Fundarfólkið tók sera væl undir við teimum stigum, sum Jóannes Eidesgaard tók í samband við fólkatingsvalið, og valuppleggið varð eisini sera væl móttikið, sigur hann.
Seinasta løgtingsval var eitt sera ringt val fyri Javnaðarflokkin í Eysturoy. Flokkurin, sum hevur havt mann valdan síðani 1936 misti mannin, sum fór til Verkamannafylkingina.
Tað var Hans Jacob Poulsen á Eiði, sum varð valdur á ting í 1936. Hann doyði tó stutt eftir, og á løgtingsvalinum 1940 var Jákup Frederik Øregaard valdur á fyrsta sinni.
Øregaard sat á tingi, til hann ikki stillaði upp í 1978, og varð tá Jørgen Thomsen, sáli, valdur.
Við valið í 1994 stillaði Jørgen Thomsen ikki upp. Ringa valúrslitið, flokkurin hevði um alt landið, rakti eisini Eysturoynna, sum hevði sítt ringasta val síðani 1936.
Men í dag lata javnaðarmenn sera væl at, tí teir vænta sær mannin afturvaldan hesaferð.
? Vit hava júst havt eitt fólkatingsval, sum fyri okkara viðkomandi hevði eitt sera gott úrslit. Mótvegis valinum seinast er tilgongdin av stór hesaferð, sigur Sylverius Jacobsen
Listin hjá Eysturoyar Javnaðarfelag sær soleiðis út:
Ólavur Heinesen, skipari, Leirvík
Jóannes Højsted, deildarleiðari, Eiði
Sylverius Jacobsen,maskinsmiður, Skála
Karl Robert Johansen, skipari, Strendur
Eva Mortensen, sjúkrasystir, Runavík
Jancy Olsen, húsmóðir, Toftir
Andreas Petersen, kommunulækni, Gøta
Dan Reinert Petersen, lærari, Fuglafjirði