Javnbjóðis rættindi til tey ið bera brek

Landsstýrið hevur gjørt av, at uttanríkisráðið skal halda fram við at fyrireika ígildissetan av ST-sáttmálanum um rættindi teirra brekaðu Uttanríkisráðið hevur boðað donskum myndugleikum frá støðuni, soleiðis at tryggjað verður, at sáttmálin frá fyrsta degi eisini fevnir um Føroyar.

Sáttmálin slóðar fyri, at fólk, ið bera brek, fáa somu rættindi, sum aðrir borgarar í landinum. Útgreiningararbeiðið er í gongd, og nevndin er komin væl áleiðis.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur seg fegnast um gongdina í málinum.

-Eg gleði meg til at kunna siga, at Føroyar eru eitt samfelag, har allir borgarar hava møguleika til at liva eitt virkið lív, sigur landsstýrismaðurin á heimasíðuni hjá úttanríkisráðnum.