Ójavnir oljuprísir

Effo hevur í morgun lækkað bensinprísin. Fyri løtu síðan lækkaði prísurin á bensini hjá Effo niður í 10,21 krónur fyri liturin. Dieselprísurin er óbroyttur 9,30 krónur fyri liturin.

Prísirnir hjá Magn eru ikki teir somu í morgun sum hjá Effo. Har kostar bensinið 10,39 krónur liturin, og diesel 9,25 krónur liturin.

Feløgini selja ikki gassolju til sama prís. Hjá Effo kosta 1000 litar 7.488 krónur og hjá Magn 7.350 krónur.

Tá ið annað felagið broytir prísirnar, plagar hitt felagið skjótt at gera tað sama.