Javnleikur í Hoyvík

H71-VÍF 24-24 (12-11)

Hóast bæði liðini mest sum høvdu mist finaluvónina undan dystinum, so ber enn til at stríðast um heiðursmerki.

Og tað gjørdu báðir partar í Hoyvík. Sæð burtur frá fyrstu løtuni, tá VÍF hevði takið, var dysturin alla tíðina serstakliga javnur.

Eitt skifti í seinna hálvleiki togaðu hoyvíkingar seg tó framum, men teir megnaðu ikki at halda fast um leiðsluna. Og seinastu løtuna av dystinum vóru tað teir gulu, sum tríggjar ferðir vóru á odda. Men tað rakk so akkurát ikki til sigurin.

Fyri H71 skoraði Dánjal Tórgarð 6 mál. Agnar Joensen skeyt 8 av málunum hjá VÍF.