Javnleikur í Gundadali

(Liðugt) Grannabrakið millum B36 og HB endaði við javnleiki. Jákup á Borg javnaði í yvirtíðini fyri B36.

Dysturin í Gundadali í kvøld endaði við javnleiki millum B36 og HB.

 

Tað var annars B36, ið var greitt við yvirlutan størsta partin av fyrra hálvleiki. Serliga fyrsta hálva tíman hevði heimaliðið fleiri góðar møguleikar til at leggja seg á odda.

 

Men móti leikgongdini slerdi HB til í einum kontraálopi, tá ein hálvur tími var leiktur. Kristin Mouritsen spældi yvirum til beiggjan, Christian Mouritsen, ið takkaði fyri álitið og legði HB á odda 1-0. Tað sum eftir var av fyrra hálvleiki, kom HB alsamt betri við í dystin.

 

HB var greitt við yvirlutan størsta partin av seinna hálvleiki.

 

Men í tíðini dómarin hevði lagt afturat, slerdi B36 liðskiparin, Jákup á Borg, til. Eitt hornaspark bleiv spælt stutt til Jákup á Borg, ið smekkaði bóltin upp í málhornið.

 

Sostatt endaði grannabrakið við javnleiki, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Merkisvert var tó at bæði liðini skoraðu síni mál í tí hálvleikinum, har hitt liðið var omaná.

 

 

 

90 min LIÐUGT : Dysturin í Gundadali er liðugur. Jákup á Borg tryggjaði B36 eina stigið í yvirtíðini, tá hann smekkaði bóltin upp í málhornið.

 

90 min 1-1, Jákup á Borg : B36 liðskiparin, Jákup á Borg hevur javna til 1-1 fyri B36. Eitt hornaspark bleiv lagt útfrá til Jákup á Borg, ið smekkaði bóltin upp í málhornið.

 

88 min : HB hevur havt ein risa møguleika. Levi Hanssen rakar á stongina, eftir at Andrew av Fløtum hevur lagt innfyri úr høgru.

 

80 min : Jógvan Rói Davidsen sum breyt beinið í fjør er komin á vøllin fyri fyrstu ferð í ár. Hann hevur loyst René Shaki Joensen av á høgra bakki.

 

78 min : HB fremur sína fyrstu útskifting. Levi Hanssen kemur á vøllin fyri Kristin Mouritsen.

 

77 min : B36 hevur framt sínar fyrstu tvær útskiftingar. Benjamin Heinesen og Sandri Færø eru komnir á vøllin fyri Hanus Thorleifsson og Rasmus Dan Sørensen. 

 

 

71 min : HB hevur verið greitt omaná í seinna hálvleiki.

 

68 min : Kristin Mouritsen kemur til góða støðu, men B36 verjuleikarin Hørður Askham hevur lisið hann av og verjir fyri.

 

57 min : Kristin Mouritsen hevur nú roynt seg við góðum skoti, men B36 málverjin, Tórður Thomsen fekk fingrarnar á bóltin og vardi fyri. HB er komið væl betur út til seinna hálvleik.

 

55 min : HB hevur havt størsta møguleikan í seinna hálvleiki. Christian Mouritsen brendi úr góðari støðu.

 

45 min hálvleikur : Tað er hálvleikur í Gundadali og støðan er 1-0 til HB. B36 byrjaði annars dystin væl og trýsti HB nógv fyrsta hálva tíman. Men eftir at HB legði seg á odda, hevur HB fingið betri tak á dystin.

 

36 min : HB er komið betur inn í dystin, eftir at teir løgdu seg á odda 1-0. Málið sær út til at hava merkt B36, ið ikki trýstir líka nógv sum teir gjørdu tann fyrsta hálva tíman.

 

30 min 1-0 til HB, Christian Mouritsen : Beint móti leikgongdini hevur HB lagt seg á odda. Eftir eitt gott kontraálop fekk Kristin Mouritsen lagt bóltin yvirum til beiggjan, Christian Mouritsen, ið legði HB á odda 1-0.

 

26 min : HB bjargar á málstrikuni, eftir at Alex Mellemgaard hevur roynt seg við beinleiðis hornasparki.

 

22 min : Tað er B36 sum trýstir meira enn HB. Spælið gongur javnt fyri seg, men B36 tykist meira vandamikið enn HB, tá teir fara í álopsstøðu. 

 

12 min : René Shaki Joensen sleppur ígjøgnum í høgru síðu og sendir innlegg fyri føturnar á Fróða Benjaminsen, ið brennir. Góð bjarging av B36 málverjanum, Tórður Thomsen.

 

11 min : Adeshina Lawal kemur til góðan møguleika, men Heðin Stenberg bjargar enn einaferð. Tað er B36 sum er komið til teir størru møguleikarnir higartil í dystinum.

 

7 min : Lukasz Cieslewicz slapp ígjøgnum HB verjuna og kom til stóran møguleika, men HB málverjin Heðin Stenberg  bjargaði.

 

 

Liðini til dystin eru hesi : 

 

B36 (4-2-3-1) : Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy - Hørður Askham - Andrias Eriksen - Alex Mellemgaard - Róaldur Jakobsen - Hanus Thorleifsson - Rasmus Dan Sørensen - Jákup á Borg(liðskipari) - Lukasz Cieslewicz - Adeshina Lawal

 

HB (4-3-3) : Heðin Stenberg - René S. Joensen - Rógvi S. Holm - Jóhan T. Davidsen - Alex dos Santos - Tróndur Jensen - Heini Vatnsdal - Fróði Benjaminsen(liðskipari) - Kristin Mouritsen - Christian Mouritsen - Andrew av Fløtum

 

Tað ber til at hoyra dystin á Rás2 á hesari leinkjuni : http://www.pressan.fo/index.php?id=101