Forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, er sera væl nøgd við tiltakið í Miðlahúsinum í gjárkvøldi, har Javnstøðunevndin skipaði fyri fyrilestri um faðirskap.
Til tiltakið hevði Javnstøðunevndin fingið norska kynsgranskaran Jørgen Lorentzen at halda fyrilestur. Hesin fyrilestur var býttur í tveir partar. Fyrsti parturin var um faðirskap í søguligum perspektivi, og seinni parturin var um at javnstøða er fyri bæði kynini.
Hetta var eitt tað fyrsta tiltakið, ið Javnstøðunevndin skipar fyri, og sum er rættað mótvegis pápum, og Kristianna Winther Poulsen letur sera væl at.
- Tiltakið eydnaðist óalmindeliga væl, og eg haldi at har vóru nógv fólk, ið mun til hvussu nógv plaga at møta upp til slík tiltøk. Har vóru rættiliga nógv mannfólk, og tú merkti at hetta er eitt evni, ið er rættiliga viðkomandi. Áhugin var stórur hjá teimum, sum møttu, og har vóru nógvir engageraðir spurningar, sigur Kristianna Winther Poulsen.
Javnstøða er fyri bæði kynini
Kristianna Winther Poulsen var eisini sera fegin um at tað vóru so nógvir menn, ið møta upp til eitt tiltak hjá Javnstøðunevndini.
- Javnstøða er jú fyri bæði kynini, og ikki bara fyri kvinnurnar. Hetta evnið, páparættindi, er eitt evni, ið eigur at verða tikið upp til alvorliga viðgerð í samfelagnum. Hetta merkir so ótrúliga nógv fyri so ótrúliga nógv fólk. Eg hoyrdi okkurt um, at helvtin av børnunum eru børn av ógiftum foreldrum, og her er tað soleiðs, at eru foreldrini ikki gift, so er tað millum annað bara tann, ið hevur foreldramyndugleikan, ið hevur rætt at stilla upp til og atkvøða til skúlastýrisval, og tað er bara eitt av fleiri tingum, har pápar ikki hava nøkur rættindi, sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevndini.
Jørgen Lorentz greiddi í Sosialinum mikudagin frá, at nýggjasta granskingin vísir, at heili 80 prosent av børnunum búgva hjá mammunui í samband við hjúnaskilnað, og at samstundis ynskja 88 prosent av pápunum at børnini antin skulu búgva hjá teimum, ella helvt um helvt hjá pápanum og mammuni.
Hetta merkir at páparnir ynskja at taka lut, men at samstundis búgva 80 prosent av børnunum í høvuðsheitum hjá mammuni, og hetta helt Jørgen Lorentzen vera púra burturvið, tá hugsað verður um, at børnini hava rætt til bæði foreldur.
Seta meira fokus á evnið
Kristianna Winther Poulsen greiðir eisini frá, at hon føldi eitt stórt engagement og stórar frustratiónir millum tey mannfólkini, ið vóru møtt, og at meira fokus eigur at verða sett á hetta evnið. Samstundis kundi hon avdúka, at hetta als ikki verður tað seinasta tiltakið, ið verður vent móti pápum.
- Vit fara at seta meira fokus á evnið, og vit arbeiða við onkrum líknandi tiltaki í framtíðini. Vit ætla at hava eitt tiltak, har vit fara at biðja onkran serfrøðing og onkran, ið arbeiðir við økinum í Føroyum at hjálpa okkum. Hetta er eitt viðkvæmt evni, og hetta eigur av fáa størri ans og vit fara so at royna at skapa eitt kjak um evnið, sigur Kristianna Winther Poulsen, ið er forkvinna í Javnstøðunevndini.