Javnstøða er millum kynini í flestum nevndum

Javnstøða er í flestu nevndum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur skyldu at velja. Einasta undantak er nevndin fyri Atlantic Airways, ið var trupul at samanseta

Um hugt verður at hjálagda yvirliti yvir nevndarlimir í partafeløgum og grunnum, eg sum landsstýrismaður varði av, sæst, at javnstøða millum kynini er í øllum nevndunum, tó ikki í nevndini fyri Atlantic Airways.


Eg umsiti javnstøðumál og eri tí upptikin av, at javnstøða valdar í nevndunum, eg havi skyldu at velja. Tað var ikki javnstøða í nevndini, sum var fyri Atlantic Airways, og eydnaðist tað tíverri heldur ikki hesu ferð.


Valið av nevndini fyri Atlantic Airways var av ymsum orsøkum sera trupul, har atlit skuldu takast til fleiri áhugamál og viðurskiftir. Tó skal eg standa við ábyrgdina, eg havi av, at tað ikki eydnaðist at fáa javnstøðu í nevndina.Hetta verður tó eitt atlit, sum fer at liggja frammarlaga eina aðru ferð.


Í opna brævinum, sum er sent mær, verður spurt um, hvørjar førleikar, umboðini hjá landsstýrinum í nevndini hjá Atlantic Airways hava, sum ongin kvinna í landinum hevur.


Við tað, at landið ikki er einsamallur eigari í Atlantic Airways, og tá rætturin at velja nevndarlimir ikki eru reguleraður í partaeigarasáttmála, vórðu størru partaeigararnar tiknir við uppá ráð í sambandi við nevndarvalið.


Yvirskipað sæð hevði eg í huganum, at nevndin skuldi vera sett saman soleiðis, at hon á ein effektivan og frameftirlítandi hátt er før fyri at taka sær av sínum leiðsluuppgávum - herundir strategisku uppgávunum og eftirlitsuppgávunum – og samstundis vera ein konstruktivur og skikkaður sparringspartnari fyri stjórnina. Samstundis er umráðandi, at nevndin altíð tekur avgerðir óheft av seráhugamálum.


Í mun til virksemið hjá Atlantic Airways og til tær avbjóðingar, sum felagið hevur fyri framman, havi eg lagt dent á hesar førleikar:



a) Royndir at reka vinnuvirksemi

b) Royndir at reka vinnuvirksemi innan vinnugreinina (flogferðslu)

c) Vitan um felagið (P/F Atlantic Airways)

d) Vitan um evropeiska flogferðslumarknaðin

e) Royndir at virka á liberaliseraða evropeiska flogferðslumarknaðinum

f) Royndir við altjóða vinnuvirksemi annars

g) Búskaparligan og fíggjarligan førleika

h) Førleika innan strategiska leiðslu

i) Royndir við nevndararbeiði


Hjálagt er eitt yvirlit yvir nevndarlimir í nevndum, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum velur.



Johan Dahl

landsstýrismaður


--


Nevndarlimir


Atlantic Airways

Bjarni Bjarnason, formaður

Petur Jónasson Eiriksson

Jens Willumsen

Kaj Johannesen, næstformaður

Verna Løvendahl-Rasmussen

Ingi Solberg Joensen


Føroya Tele

Heini Zachariassen, formaður

Reidar Nónfjall, næstformaður

Randi Fredriksberg

Ulla Sutherland Stenberg

Jónhild Rasmussen


Vága Floghavn

Kitty May Ellefsen, formaður

Johannus Egholm Hansen, næstformaður

Bárður Nielsen

Evy Jacobsen

Johan í Niðristovu


Fiskaaling

Sigurð Vang, formaður

Rúni Weihe

Ragnar Joensen

Leif av Reyni

Jóanna Djurhuus

Turið Mørkøre

Astrid Hansen


Postverk Føroya

Ben Arabo, formaður

Brynhild Setberg, næstformaður

Peter Holm

Petur Emil Tausen

Korinta Jarnfoss


Framtaksgrunnurin

Gloria Kalsø, formaður

Rúna Hilduberg, næstformaður

Hans Jákup Mikkelsen

Jóhannes Jensen

Annika Waag



Vinnuframagrunnurin

Hertha Olsen, formaður

Marita Rasmussen

Gissur Patursson

Alexander Samuelsen

Magnus Danielsen


Smyril Line

Klaus Kjærulff, formaður

Jens Meinhard Rasmussen

Súsan Klein Gregoriussen

Linda Guðleygsdóttir

Hendrik Egholm


Føroya Lívstrygging

Poul Hansen, formaður

Súsanna Sørensen, næstformaður

Una Joensen

Jógvan Mørkøre

Gunnleivur Dalsgarð