Javnstøða skal inn í gerandisdagin

- Endamálið er at fólk verða tilvitað um javnstøðu og at tað verður

natúrligt í okkara gerandisdegi at seta bæði kynini javnt, sigur Maria á Dul, samskipari av verkætlanini, sum kannar, hvussu kynsbýtið er millum arbeiðsfólkið á stovnum fyri børn og ung, og hví.

Javnstøða er framvegis ikki ein natúrligur partur í okkara gerandisdegi og hugaheimi. Meginreglan í javnstøðulógini, sum varð samtykt í 1994 eftir tógvið stríð, er at eingin, hvørki kvinna ella maður, má vera fyri mismuni vegna kyn. Tað er misjavnt, hvussu ymsu norðurlondini fylgja andanum í lógini, men tað er eyðvitað, at í teim stóru norðurlondunum er javnstøða ein størri sjálvfylgja enn í teim smáu.

Undir Norðurlendska Ráðharraráðnum er ein sokallað mainstreamingsverkætlan við tiltøkum og partsverkætlanum, sum hava til endamáls at arbeiða javnstøðuhugsjónina inn í tað dagliga arbeiðið. Øll norðurlondini eru í holt við hvør sína verkætlan, sum í ein ella annan mun hevur í hyggju at arbeiða javnstøðuhugsjónina inn í høvuðsrákið innan ungdóms- og arbeiðsmarknaðarpolitikk. Allar verkætlanirnar skulu savnast til eina stóra verkætlan og hetta arbeiðið skal verða liðugt komandi ár.

Føroyska verkætlanin snýr seg um arbeiðsmegina innan dagstovnar fyri børn og ung. Hetta er eitt øki, har mest sum bara konufólk hava arbeitt. Verkætlanin skal í fyrra lagi kanna um kynsperspektivið á stovninum er tilætlað hjá stovnsleiðslunum ella um tað er tilvildarligt. Og í øðrum lagi, hvussu mannagongdin er, tá ið nýggj lesandi verða tikin inn á Pedagogskúlan.

- Seinnu árini hava vit sæð, at nógvir ungir menn hava valt at fara á dagstovn at arbeiða, tá ið teir eru lidnir við skúlan. Dagstovnarnir eru rættiliga kvinnudominerandi og tí er áhugavert at finna út av, hví hesir ungu menninir hava hug at royna hetta arbeiðið. Vit kunnu til dømis finna út av, hvussu tað verður tikið ímóti teimum og hvussu tað verður uppfatað, at teir arbeiða við børnum, av leiðaranum á stovninum, starvsfólkunum, foreldrunum og børnunum. Tað er eisini áhugavert at kanna, hvat verður av hesum monnunum, halda teir fram við at arbeiða við børnum ella er tað bara nakað teir gera fyri eina tíð, sigur Maria á Dul.

- Mín varhugi er, at flestu mannfólkini, ið koma út av Pedagogskúlanum velja serstovnarnar sum sítt framtíðar arbeiðspláss og ikki dagstovnarnar. Hví tað er so kundi eisini verið áhugavert at funnið út av, sigur Maria á Dul.

Ein orsøk til, at so fá mannfólk velja at arbeiða við børnum er, at slíkt arbeiði hvørki privat ella alment, verður virt á jøvnum føti við annað arbeiði.

- Tað kemst helst av, at vit fata dagstovnar sum ansingarpláss heldur enn sum eitt pedagogiskt tilboð til børn, har tey kunnu mennast, sigur Maria á Dul.


Hvagar gongur rákið

Mannagongdin í verkætlanini er at fáa til vega hagtøl, sum lýsa

støðuna í dag, og fáa viðtal við útvaldar persónar, sum arbeiða innan øki, har dentur serliga verður lagdur á framtíðarætlanir.

- Á tann hátt skulu vit finna út av, hvagar rákið gongur. Eru tað til dømis mannfólk, sum søkja inn á stovnar og ikki fáa arbeiði, og eru tað mannfólk, sum søkja inn á Pedagogskúlan og ikki verða tiknir upp. Verkætlanin er ein roynd at staðfesta hesi viðurskifti, sigur Maria á Dul.

Farið varð undir verkætlanina í fjør. Ábyrgdina av henni hevði Heri Kragesteen, men av tí hann er farin í farloyvi, hevur Hildur Patursson tikið við. Ein flokkur á Pedagogskúlanum ger ein part av tí praktiska arbeiðinum.

Hvat skulu vit brúka niðurstøðuna í hesi verkætlanini til?

- Endamálið er jú at gera fólk tilvitað um javnstøðu og fáa

javnstøðuhugsjónina natúrliga inn í okkara gerandisdag. Tað snýr seg um vitan, sigur Maria á Dul.

Ætlanin er at gera ein bókling, sum lýsir úrslitini av ymsu

verkætlanunum og sum annars greiðir frá støðuni og framtíðarætlanunum í mun til arbeiðsmegina á dagstovnum sæð út frá einum javnstøðuperspektivi. Á ráðstevnuni Smátjóðir, kyn og visjónir, sum byrjar í Norðurlandahúsinum fríggjadagin, skal Maria á Dul greiða frá, hvussu gongst við verkætlanini.

- Tað er rættiliga stór líkasæla, tá ið tað snýr seg um javnstøðu í Føroyum. Tú skalt orka øgiliga væl at seta slíkt í gongd og fylgja tí

upp. Tað er lætt at missa mótið, tá tað verður so strævið.

Er javnstøða framvegis eitt illavorðið orð í Føroyum?

- Ja, sjálvt um fólk vilja vera við, at vit eru komin langt á økinum, so er hugburðurin framvegis tann, at javnstøða er ikki nakað vit skulu brúka tíð uppá, sigur Maria á Dul at enda.