Javnstøðukafé á Setrinum

Á kvinnudegnum 8. mars verður javnstøðukafé fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya.

Lestrarvegleiðaratoymið á Setrinum skipar 8. mars fyri tiltaki um javnstøðu.

 

Byrjað verður klokkan 13, tá góður drekkamuður verður at fáa, skrivar setur.fo. 

 

Klokkan 14 fer Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Setrinum, at hava framløgu undir heitinum:

 

Javnstøða í Føroyum – arbeiðsbýti, arbeiðsmarknaður og útbúgving

 

Tiltakið verður í høli 3.1 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.