Javnt í grannauppgerðini

Kyndil hevði møguleikan, men tær brendu brotskast í evstu løtu, tá tær spældu móti Neistanum í dag

Fyri aðru ferð í ár spældu kvinnurnar hjá Neistanum og Kyndli javnleik.

Hesa ferð var tað Neistin, sum byrjaði betur, og størsta partin av dystinum vóru tað tær bláu, sum vóru á odda.

Seinasta korterið broyttist hetta. Kyndil togaði seg fyrst og á javnt, og fimm minuttir fyri leiklok komu tær upp á 18-17. Jacklin Durhuus javnaði, tá hon sendi brotskast í netið, men í seinasta minuttinum kundi Simona Petersen tryggja Kyndli sigurin, tá tær grønu fingu brotskast. Men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í Neista-málið, og so endaði dysturin við, at liðini fingu eitt stig í part fyri ómakin.

Rakul Augustinussen skeyt fýra mál fyri Neistan. Simona Petersen skoraði sjey av málunum hjá Kyndli.

Neistin-Kyndil 18-18 (11-8)