Forhøllin í Norðurlandahúsinum var longu stúgvandi full av fólki eitt gott korter undan setanini. Nøkur teirra høvdu enntá fingið sær pláss í køðini oman í konsertsalin, men tey flestu stóðu og lurtaðu eftir »Jassunum«, sum Brandur Øssursson stóð og stjórnaði.
Jassarnir eru at kalla fast inventar í forhøllini á Jazzfestivalinum, og tað ber eftirhondini til at samanbera dygdina á framførslunum, sum gerast meira livandi og betur so hvørt sum limirnir í fyrr barna- og nú ungdómsbigbandinum »Jassunum«.
Hæddarpunktið i framførsluni, var tá saxofonleikarin Finnur Jensen ímóti endanum legði blásiljóðførið frá sær og tók mikronina í hond.
Hann sang djarvt við rættiligari bluesrødd, og komin nakað inn í lagið, stóð Brandur Øssursson knappliga við síni saxofon í munninum og blásti eina fína solo av.
Hetta fekk beinanvegin rættiligan hita í áhoyrararnar, sum síðan skundaðu oman í konsertsalin, tá Jassarnir høvdu lagt ljóðførini frá sær, og hurðarnar vórðu lætnar upp.
Dundurtala frá mentamálaráðharra
Eftir at Brandur Øssursson stutt hevði bjóðað vælkomin á 17. Jazzfestivalin, trein mentamálaráðharrin Torbjørn Jacobsen upp at seta festivalin.
Hann var væl fyrireikaður og helt fyrst eina røðu á enskum fyri teimum, ið eru komin til Føroya í sambandi við festivalin.
Síðan helt hann somu røðu á donskum og bjóðaði fyri aðru ferð tónleikarum og øðrum útlendingum vælkomnum í heimsins nalva, sum Havnin varð kallað.
Og so kom tað, sum onkur helst eisini hevði væntað. Ein dundurtala um tónleikin og tað frælsisstríð hann hevur verið við til at bart. Um tónleikarar, ið máttu doyggja fyri sína søk og so framvegis.
Sjáldan man ein setanarrøða á Jazzfestivalinum hava fingið so nógv lív í fólkið og so nógv orð við á vegnum. Tað var fríkst og ikki sørt undirhaldandi at hoyra ein mentamálaráðharra, ið veruliga hevði nakað upp á hjarta í setanarrøðu síni.
Men kanska gjørdi hann í so nógv av.
Frískir klaverleikarar
Í andsøgn til stóru orðini og hátíðarligu vendingarnar stóðu teir báðir Jóhannes Andreassen og Stamen Stanshev, ið settu seg við hvør sítt flygel at spæla Bach.
Teir vóru væl upplagdir og róligir í framførslu síni. Millum hvørt lagið fór Jóhannes upp til mikrofonina og segði frá um løgini.
Einu ferðini segði hann heldur skemtiliga, at nú hevði Johan Sebastian Bach ligið undir grønutorvu í 250 ár, og uttan at vita um hann hevði ligið á somu lið alla hesa tíð, segði Jóhannes seg vænta, at hann í hvussu er fór at venda sær nú.
Men tað var nú ikki so galið, at nakar noyddist at venda sær í grøvini. Talan var um tveir framúr klaverleikarar, ið tordu at sleppa nótunum á gólvið í støðum og í øðrum spæla beint eftir anda Bachs.
Framførslan var fjølbroytt. Teir løgdu út við at annað klaverið spældi verk av Bach, meðan hitt klaverið improviseraði omanyvir. Fluttu seg so yvir í barokkinspirerað jazzløg og okkurt rættiligt swinglag var eisini ímillum, uttan at Bach hevði nakran fingur við í spælinum.
Klaverleikararnir vóru skjótir av pallinum aftur eftir ein hálvan tíma ella so, og tá tók Trio 2/Assimilation yvir tann næsta hálva tíman við bæði traditionellum og meira progressivum jazzi.
Mundu svølgt kontrabassin
Ætlanin var upprunaliga, at føroysku Ivory saman við amerikanska saxofonistinum John Purcell skuldu spæla í Klingruni eftir tær báðar fyrstu framførslurnar í konserthøllini.
Men broyting var komin í skránna, tí limirnir í íslendska bólkinum Hallas Travel, ið upprunaliga var settur at spæla í konsertsalinum sum síðsti bólkur á kvøldinum, mundu svølgt ein kontrabass, tá teir sóu, hvussu stóran pall talan var um.
Teirra framførsla kravdi tætt samband við áskoðaran, og tí varð hon flutt í Klingruna og Ivory flutt í konserthøllina sum seinasti bólkur.
Ferðin gekk væl
Hallas Travel vísti seg at vera positiva ovfaringin hetta fyrsta kvøldið á Jazzfestivalinum.
Við tí karismatiska sangaranum Bjørni Thoroddsen á odda, tók bólkurin, við trimum øðrum sera habilum tónleikarum, áhoyrarnar við á ferðina hjá Høllu ígjøgnum lond og tíð.
Bjørn Thoroddsen er bæði operasangari, rocksangari og sjónleikari, og hann hálaði í allar hesar træðrir í framførsluni mikukvøldið. Við sær hevði hann eitt kuffert við alskyns rekvisittum til framførsluna.
Ferðin hjá Høllu byrjaði í forna Íslandi og flutti seg so víðari til hon einaferð endaði í Kina.
Tá gekk sangarin kjølbeintur runt í Klingruni við kinesarahatti og tveimum etipinnum í hondini. Tónleikurin, sum varð spældur av einum gittara, einum kontrabassi og einum trummusetti, fekk nú kinesiskan dám.
Ferðin hjá Høllu kom eisini framvið baroktíðini, westerntíðini og knappliga stóð Elvis og sang. Næstu løtuna var tað Sinatra, og um ikki hann eisini kom framvið rappinum. Allatíðina fylgdi bæði tónleikurin og búnarnir og verumátin hjá sangaranum við tíðini og umhvørvinum.
Tað var snøgt sagt stuttligt og ovfarandi at síggja, hvussu fáu og einføldu instrumentini í hondunum á trimum friðarligum tónleikarum kundu broyta millum so ymiskar tónleikastílar.
Halla endaði á Hawaii ella har um leiðir, og tá vórðu áskoðararnir tiknir rættiliga við í leikin, og knappliga bleiv Klingran til eina lítla HulaBula oyggj í norðuratlantshavi.
Høvuðsnavnið
Ivory var helst navnið, sum tryggjaði at Norðurlandahúsið var fullsett mikukvøldið.
Bólkurin hevur í eina viku havt vitjan av nógv umtalaða amerikanaranum John Purcell, sum hevur givið unga jazzbólkinum nógvan íblástur.
Um vikuskiftið høvdu tey konsert bæði í Losjuni í Gøtu og á Meiarínum í Havn, og mikukvøldið settu tey punktum fyri hesuferð við framførsluni í konsertsalinum.
Saman við John Purcell fara limirnir í bólkinum Ivory inn í tónleikin og inn í seg sjálvan, meðan tey spæla. Hetta ger framførsluna intima, og tað passar seg nú einaferð best í eitt sindur intimum umhvørvi.
Ivory í skeivum umhvørvi
Eftir bæði at hava upplivað framførsluna á Meiarínum sunnukvøldið og framførsluna á Jazzfestivalinum mikukvøldið er niðurstøðan, at tað var synd at flyta Ivory úr Klingruni inn í konsertsalin.
Ein stórur, høgur og upplýstur pallur hóskar ikki til bólkin, tí tað hendir ikki rættiliga nakað undir framførsluni annað enn tað, ið kemur úr hátalarunum.
Tónleikurin var sera góður, og bólkurin er nakað heilt fyri seg. Við at fara so djúpt inn í tónleikin, at tað næstan gerst til eitt slag av tilbiðan, koma tey fram til innarligar improvisatiónir, ið megna at røra við rættiliga nógvar streingir innan í áhoyrarunum.
Men hjá mongum bleiv framførslan ov long, kanska serliga hjá teimum, ið sótu so langt frá pallinum at tey ikki fingu intimitetin við. Tí fóru nógv fólk úr salinum ímóti endanum av framførsluni.
Hevði Ivory ístaðin sloppið at spælt í Klingruni, høvdu bæði tónleikarar og áhoyrarar fingið meira burturúr.