Jazz, yes

Tórshavnar Jazz Fólka & Blues Festivalur hevur ein sera stóran týdning fyri Havnina.

Umframt tað stóra tónleikarliga innihaldið hevur stevnan nógv at siga fyri vinnulívið og ferðamannavinnuna í Tórshavn. Í hesi skjótt nógvu árini vit eru ríkaði við hesari stevnu koma nógv nøvn fram fyri ein : Cornelius Wreswick, Sven Bertil Taube, Kim Larsen, Bjørn Afzelius, Hanne Boel, og øll hini næstan 2000 listarfólkini sum hagartil hava verið við á hesum stevnum og sum hava havt eina stóra kveikjandi ávirkan á okkara føroysku tónleikarar og gospelsangarar.

Tað er tí sera ørkymlandi at hoyra at Norðurlandahúsið hevur í umbúna at broyta Jazz stevnuna. Hetta kann Havnin og Býráðið ikki lata sær lynda !

Komandi Býráð eigur aktivt at stuðla framhaldi av hesari stevnu sum ídag er ein partur av okkara mentunarlívi og handilslívi og sum skal og eigur at halda fram og mennast í mong ár afturat.


Johan Mortensen

Valevni til Býráðsvalið

fyri Tjóðveldisflokkin