Hjá teimum, ið ynskja at vita, hvussu rytmiski tónleikurin hevur tað í Føroyum í dag, verður frálíkt høvi hóskvøldið at hoyra nýggjasta ættarliðið av ungfólki, sum veruliga vilja nakað við tónleikinum.
Talan er um næmingar hjá Tórshavnar Musikskúla, sum fara at spæla í Skansastovu hóskvøldið klokkan 19.00.
Talan verður um tónleik frá jazzi til rock.
Ein bólkur er unglinga stórbandið Jassarnir, ið telur 14 limir, har av níggju teirra eru blássarar. So her er sjálvsagt talan um Bigband jazz. Og lærarin er sjálvsagt eisini Brandur Øssurson. Hesin bólkurin fer at framføra tvey løg á konsertini.
Ein annar bólkur, er Merkur, ið spælir rock?n?roll Lærari er guitarleikarin Bo Isholm
Ein annar bólkur undir Bo Isholm er Salute, ið spælir heimagjørd løg, guitarleikarin Høgni Fagraberg hevur skrivað.
Edward Nyholm Debes er lærari hjá bólkinum Venus, ið spæli covertónleik.
Føroyskt umboð
í DM i Rock
Hóast talan er um ung nøvn, sum fara at spæla, so hava nakrir av tónleikarunum longu gjørt vart við seg áður.
Bólkurin The Hanky Stuff er mannaður við Halgir Arge, Róki Jacobsen, Halluri Johannesen, Mikael Blak, Búa Dam og Dánjal á Neystabø.
Bólkurin fer at spæla fimm løg hóskvøldið. Harav eru fýra heimagjørd.
Hesin bólkurin fer at luttaka í væl umtóktu kappingini DM i Rock.
Tað er klaverspælarin Stamen Stantchev, ið er lærari hjá bólkinum, sum sær út til at vera eitt sera spennandi nýtt navn í føroyska tónleikaheiminum.
Aftrat teimum fimm bólkunum fara Sveinur Dam og Alti Bric Andreassen hvør í sínum lagi at spæla solo-guitar á konsertini.