Jazzur á Tjóðpalli Føroya

Komandi sunnudag verður ein serstøk tónleikaframførsla á Tjóðpalli Føroya. Talan er um bólkin ?Christian Vuust Dynamo? sum í løtuni eru á norðurlendskari konsertferð í Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi. Konsertin er ein samanrenning millum jazz, skaldskap og videomyndlist.

 

Á konsertferðini fer bólkurin at spæla saman við nøkrum av bestu skøldum í Norðurlondum. Skaldið, Peter Laugesen, er ein partur av grundstammuni í bólkinum og er hann við á øllum konsertunum. í Íslandi fer Einar Már Gu∂mundsson at verða við. Í Føroyum Jóanes Nielsen og í Svøríki er tað skaldið Jörgen Lind.

 

Christian Vuust Dynamo er ein danskur tónleikabólkur við fimm viðurkendum jazzónleikarum.

 

Fyrsta fløgan hjá Christian Vuust Dynamo?Strøm? kom út í 2009. Henda fekk sera jalig ummælið.

 

-Tá ið Peter Laugesen letur síni orð smella inn í tónleikin, er kenslan heilt serlig og frumkend. Tað snýr seg um ein serligan orginalan danskan yrkjara, sum við síni eyðkendu rødd megnar at smelta inn í tónleikin og rútmurnar, bæði tá ið tað snýr seg um orð, temposkiftið, harmonisering og rútmui, sigur Norðurlandahúsið í dag.

 

Tiltakið verður sunnudagin kl. 16.00 á Tjóðpallinum.