Jazzygold útgevur nýtt staklag

Í januar mánaði kunngjørdi Jasmin Mote, at hon legði bólkin‘’JASMIN’’ í dvala, og at hon byrjaði nýggjutónleikaleið sína við verkætlanini ‘’jazzygold’’.

Síðani tá hevur hon spælt debut konsert á showcase festivalinum Trondheim Calling í februar, og í næstu viku fer hon til Brighton at spæla á showcase festivalinum The Great Escape. Í summar fer hon at spæla frumkonsert sína í Føroyum á G!Festivalinum, samstundis við at hon er bookað á Moldejazz festivalinum í Norra.

 

Næsta staklagið hjá jazzygold er endiliga úti og tað eitur‘’dyed my hair red’’.

 

Lagið er skrivað og innspælt í Stokkholm saman við Ellu Öfwerman og Kristofer Cepevski.

 

Eitt sjónbandalag kemur eisini til lagið, og tað verður útgivið eitt sindur seinni. Tað er filmað og klipt av Aleksandru Milanovic.

 

Jazzygold sigur soleiðis um lagið:

 

»vit øll hava roynt uppá okkurt tíðspunkt at blíva pressað til eitt brotmark, har ein tekur sjálvbodnar avgerðir og tað er tað,sum hetta lagið snýr seg um.

 

Jazzygold hevur hjartasorg á lagnum, men hon er ikki kedd longur – hon er nógv illari og vónaði, at litaða hárið fór at geva henni eina nýggja byrjan og hjálpa henni at koma víðari, men tad gjørdi tað ikki’’

 

 

 

Hoyr lagid her:

 

https://bfan.link/dyed-my-hair-red

 

 

 

dyed my hair red credits:

Written by Jasmin Mote, Ella Öfwerman og Kristofer Cepovski

 

Produced by Kristofer Cepovski

 

Mix and mastered by Daniel Hedberg

 

Cover by Analogram

 

Graphics by Skrambul

 

  

 

Fylg jazzygold á sosialum miðlum her:


Facebook: https://www.facebook.com/profile.php?id=100089044463479

 

 

 

Instagram: https://instagram.com/jazzyygold

 

 

 

Youtube: https://youtube.com/@jazzyygold

 

 

 Pressimyndir finna tit her: https://www.dropbox.com/sh/ysigwvh4tna1kfo/AAClBoXKEj-HbJb8f238MYmya?dl=0