Jehova Vitni økja virksemið í Føroyum

Næstu fýra vikurnar fara tey 100 Jehova Vitnini í Føroyum, saman við trúarfeløgum í grannalondunum, at venda sær til øll húski í landinum, fyri at býta ein faldara út, við heitinum:

 

»Tað nýggja túsundárið ? hvussu verður framtíðin hjá tær?«


Hetta er ein liður í okkara bíbliukunningararbeiði. Jehova Vitni eru sannførd um, at Bíblian er ein tíðarhóskandi boðskapur frá Gudi til okkum menniskju, og at tey kristnu lívsvirðini ikki eru bundin at einum serstøkum tíðarskeiði. Eisini trúgva vit, at hon framvegis er besta hjálpin at klára trýstið í tilveruni og trupulleikarnar í gerandisdegnum.

Tað er ikki sjálvt aldarskiftið, vit leggja áherðslu á. Faldarin lýsir, at nakað er av nógv størri týdningi: Trúgvin á lyftini í Bíbliuni, ein trúgv sum longu nú hevur veitt milliónum eina bjartskygda framtíðarvón.

Átakið er heimsumfatandi, og tað ber í sær at 6 milliónir vitni fara út at bjóða faldaran til einstaklingar úr øllum trúargreinum og etniskum bólkum í øllum heiminum. Í faldaranum finst eisini eitt ókeypis og óbindandi tilboð um at kanna Bíbliuna heima við hús.