Jekarastova: Skulu leið­beina og stuðla teimum ungu

Djóni Nolsøe Joensen er námsfrøðingur og samskipari í Jekarastovu í Havn. Eitt heim fyri børn og ung við sosialum og kensluligum avbjóðingum.

Grækaris Djurhuus Magnussen - PRESS
-----------------

Klokkan er umleið 8.30 hend­an leygarmorgunin, tá eg koyri inn í túnið hjá Djóna Nolsøe Joensen, og konuni, Maritu Gregersen Hanse­n. Snøggu svørtu húsini við vøkru grótgrundini og ruddi­liga og væl fráfarna túninum gevur tær fatan av greidleika og hampafólki.
Djóni Nolsøe Joensen er á veg niður av loftinum, tá eg komi innar í gongina. Hann vísir mær inn í køkin. Morgunmaturin er komin á borðið, og har situr 3 ára gamla dóttirin, Gyða, við einum fittum smíli. Tey bæði hugna sær í morgun.
Eg fái beinanvegin var­hugan av, at hetta er ein maður, sum gongur høgt upp í sítt arbeiði. Sosial­peda­go­gikkurin ella almanna­náms­frøðin hevur stórt pláss í lívi hansara. Sama hevur ar­beiðið við teimum ungu í Jekara­stovu.

Relasjónsarbeiði
Eitt aðalmál í sosial­peda­gog­iska arbeiðnum er at arbeiða fram ímóti at barnið upplivir at tað megnar.
”Grundkjarnin í at uppliva at tú megnar, sprettur úr einari góðari relasjón. Tí leggi eg dent á at koma í samband við børnini, at arbeiða við at skapa álit og á tann hátt at arbeiða við avbjóðingunum hjá barninum. Fleiri av børn­unum og teimum ungu hava mist álitið á vaksin, og tí hava tey heldur ikki álit á okkum, tá tey flyta á Jekara­stovu. Bara tað at fáa veruligt samband við barnið kann taka langa tíð. Men neyðugt er at arbeiða út frá tí tempo, sum barnið megnar fyri at fáa framburð, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Tá vit hava fingið okkum ein góðan kaffimun úr stempul­kannuni hendan morg­unin, koyra vit oman av Ternu­ryggi og oman í Jekara­stovu, sum liggur út Við Strond.
Í køkinum í Jekarastovu er okkurt av teimum ungu setst við køksborðið. Skjótt kemur nýbakað morgun­breyð frá bakaranum á borð­ið. Djóni heilsar uppá, og fer beinanvegin runt á kømrini hjá teimum, sum framvegis ikki eru komin á føtur.
"Á hasi talvuni eru mynd­ir av okkum, sum eru til ar­beiðis. So vita tey ungu, hvør er til arbeiðis. Men tað er ikki nóg mikið. Nógv teirra hava verið so illa svikin mangan, at tað skal meira enn ein mynd til, at tey kunnu vera trygg við, at hann ella hon er til arbeiðis. Tí fari eg runt at heilsa upp á tey øll, so tey síggja, at eg veruliga eri her," sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Nógvar uppgávur
Eitt sindur trongligt er í Jekarastovu. Pláss er fyri 7 ungum úr aldrinum 7 til 18 ár. Ung í hesum aldri vilja hava eitt sindur av albogarúmi. Innrættað er í tveimum hædd­um, so tá alt kemur til alt, liggur væl fyri.
"Køkurin er savningar­staðið. Tað er her, tey djúpu prátini eru millum tey ungu. Her trívast tey væl," sigur Djóni.
Men her eru eisini onnur høli. Til dømis sita tveir ungir knassar í sofuni í trappu uppgongini, annar við einari teldu og hin við einum I-padi ella onkrum líknandi. Teir eru langt burturi í onkrum spølum, blíðsníðaðir.
Eitt minni og heldur trongligt rúm er gjørt út til kreativar sálir. Í einum størri og rúmligari rúmi eru hillar við bókum og eitt stórt sjónvarp. Her verður fyrst og fremst hugt eftir Manchester United, Arsenal, Liverpool og øðrum stórum fótbóltsfeløgum.
Vit sita á skrivstovuni. Náttarvaktin greiðir Djóna frá gongdini í Jekarastovu seinasta samdøgrið. Og hon letur væl at. Onkur smávegis trupulleiki, men onki soleiðis. Tað hevur gingið bara væl. Friðarligt.
"Onkur var eitt sindur leingi í býnum í nátt, men tað spældi væl av," sigur náttar­vaktin.
Hon sigur Djóna, at ein náms­­frøðingur er farin í høll­ina á Kambsdali við ein­um ungum drongi. Hann skal vera við í einari fótbólts­kapping.
"Seinnapartin í dag er føðingardagur norðanfyri. So tá má onkur fara norður við tveimum av okkara ungu," sigur Ása.
Tað fer Djóni Nolsøe Joensen at taka sær av. Hann ætlaði at fara í svimjihøllina við nøkrum dreingjum, men svimjihøllin er stongd. So hann fer í staðin at koyra hesa báðar ungu í føðingar­dag.
Tey tosa aftur og fram um eitthvørt tiltak, sum verða skal í arbeiðshøpi, og tey koma ásamt. Djóni Nolsøe Joensen hyggur upp á meg, og smílist:
"Ja, so fór hasin frídag­urin," flennur hann.
Tú fært kensluna av, at hetta eru námsfrøðingar, sum veruliga ganga høgt upp í sítt arbeiði. Sum dáma sítt arbeiði. Sum hava kensl­urnar við í royndini at leiða ungu búfólkini á beint.

Dokumentarsending
Ein dokumentarsending um børn við trupulleikum, sum Danmarks Radio gjørdi eina ferð í 1990-unum, vakti áhugan hjá Djóna Nolsøe Joensen fyri sosial­peda­gog­iska økinum.
"Hetta var í 1. ella 2. g. Eg var ikki heilt vísur í, hvørja leið eg skuldi halda. Men eg hugdi eftir hesi sendingini umaftur og umaftur. Send­ingin gjørdi okkurt við meg. Eg fekk hug at hjálpa hesum børnunum og ungu, sum høvdu tað trupult," sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann royndi seg fyrst sum stuðul hjá einum drongi, og tað dámdi honum væl. Og tað var ongantíð nakar ivi um, at tað var sosialpedagogiska økið, sum hevði hansara áhuga.
Avgerðin varð tikin, og hann fór at lesa námsfrøði á Frælsinum í Havn. Hann var m.a. í starvsvenjing í Himmel­bjerggården í Dan­mark. Hetta er eitt viðgerðar­heim fyri ung.
Eftir loknað útbúgving hevur hann millum annað starvast á ungdómsdeildini á Barnaheiminum. Her ar­beiddi hann saman við Finni Helmsdal, sála, sum var leiðari á Barnaheiminum.
"Finnur Helmsdal plagdi at siga, at eitt er at hava eina útbúgving. Men alfa og omega eru eftirútbúgvingarnar, tað eru eftir­útbúgvingarnar, sum leggja støðið.”
”Og í dag síggi eg, hvussu ómetaliga týdningarmikið tað er við eftirútbúgvingum," sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Viðgerðarætlan/arbeiðsamboð
Børn og ung, sum koma í Jekarastovu, tørva mangan fleiri grundleggjandi ting í sínum uppvøkstri.
"Grundleggjandi ting sum matur, kærleiki, upp­merk­semi - at verða hoyrdur, svøvnur, rørsla, ja, sum heild umsorgan er nakað, tey hava tørv á. Her mugu vit inn við okkara serkunnleika at hjálpa teimum," greiður hann frá.
Eitt av týðandi arbeiðs­am­boðunum í Jekarastovu er sonevnda viðgerðarætlanin. Her verða mál og deildmál sett (langsiktað og stuttsiktað mál).
”Tað snýr seg um at geva børnum og ungum vanligar førleikar, so tey duga at bera seg at í gerandisdegnum. Tað kunnu vera matsiðir, mál­brúk, hvussu tú ert saman við øðrum í ymsum støðum, bæði á deildini og úti í bý­num, sigur Djóni Nolsøe Joen­sen.
Eitt av arbeiðsamboð­un­um er tað, vit rópa spegling. Fyrstu tíðina, tá børn og ung koma inn á stovnin, ber ikki til at reksa alt møguligt upp fyri teimum um, hvat tey skulu og ikki skulu. Men sum frálíður verða tey betur før fyri at taka ímóti.
”Tá kann eg sum náms­frøðingur seta orð á tað, sum eg hoyri viðkomandi siga, ella síggi viðkomandi gera. Og tað er ikki litað av, hvat eg haldi um tað, ella hvat eg meini. Eg brúki tað í støðum, tá eg haldi barnið kann brúka tað, altso, tá tað er ført fyri at taka ímóti. Og nøkur børn eru skjótari tilreiðar at taka ímóti enn onnur,” sigur samskiparin í Jekarastovu.

Uttara og innara stýring
Í byrjanini, tá børn og ung koma inn á stovn, er neyðugt hjá summum teirra, at náms­frøð­ingarnir brúka tað, rópt verður uttara stýring. Tað er, at nøkur av børnunum fáa ávísan struktur at virka eftir - eitt sindur neyvan struk­tur. Tá tey so hava verið á stovninum í eina tíð, eru tey betur før fyri at taka ímóti, og tá verður farið til innaru stýring, t.e. til dømis við spegling.
”Nú megna tey ungu betur at síggja, hvat er best fyri tey. Tí koma tey ikki út í so nógvar støður, sum kunnu vera óhepnar. Tey duga betur at ansa sær, og fáa fleiri góðar upplivingar. At vit seta orð á tingini saman við teimum, og spegla teimum, ger, at tey betur megna avbjóðingarnar í gerandisdegnum,” sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Onnur amboð, sum verða nýtt í arbeiðinum, eru m.a. dagbók og samrøðutímar.
”Samrøðutímar hava vit javnan við børnini. Her hava tey møguleika at siga, hvar tey eru í løtuni, hvussu tey hava tað o.s.fr. Vit koma viðurkennandi inn, og vísa teimum, hvat vit halda riggar. Eru trupulleikar av onkrum slag, so verða teir tiknir fram og vendir í hesum høpinum,” sigur hann.
Dagbókin, samrøðutímar og onnur viðurskifti tryggja, at málini í viðgerðarætlanini verða rokkin. Í dagbókina koma t.d. eyðgleiðingar av ymsum slag, tað kunnu vera broytingar hjá barninum, sum geva orsøk at broyta strukturin hjá tí einstaka í eina tíð.

Útbúgving og royndir
"Um eg skal kunna hjálpa hes­um ungu, noyðist eg at geva nógv av mær sjálv­um. Tað er gott at hava grund­út­búgvingina, men tað er al­neyðugt eisini at geva nak­að av tær sjálvum. At vísa teimum, at tú eisini hevur verið ungur. At tú eisini hevur gjørt eitt og annað, sum tey kanska ikki seta í sam­band við meg," sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Djóni Nolse Joensen fær í løtuni eftirútbúgving í kogni­tivari terapi. Framman­undan hevur hann fingið eftir­útbúgving í sonevndari systemisk narrativari við­gerð. Hendan verður m.a. brúkt í viðgerðini soleiðis, at dentur verður lagdur á at fáa søguna hjá barninum fram og arbeiða útfrá barninum.
”Álit hevur alt at siga. Bara hetta at seta meg við einum barni ella ungum, og spyrja um ymiskt. Tað eru tey ikki von við. Tá kunnu tey brádliga finna upp á at spyrja meg, hví eg spyrji so nógv. Men teimum dáma tað kortini, og eg veit, at tað er neyðugt,” sigur hann.
Hann vísir á, at tað tekur tíð hjá børnunum at finna seg til rættis. Tey eru vaksin upp við vónbroti oman á vónbrot. Nøkur eru ógvuliga hørð og beisk, tá tey koma inn. Men eftir trimum til seks mánaðum bloytast tey. Tá eru tey vorðin tryggari.
”Og so eru tað hini, sum spæla so ómetaliga blíð fyrstu tíðina. Tað eru hesi, sum skulu gera øllum væl. Men eisini tey bloytast upp eftir einum lítlum hálvum ári, og so kann viðgerðin av álvara fbyrja. Hetta krevur nógv, og í dag haldi eg meg duga betur ikki at taka arbeiðið heim við mær,” sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Hann hevur nógv ymisk fólk, hann skal standa til svars fyri sum sosialpedagogur í Jekarastovu.
”Fyrst og fremst er tað hvørt einstakt barn. Har­aftr­at er tað barnavernd, skúli, leiðsla og foreldur. Allir partar trýsta og hava sína meining, so tað er ikki bara sum at siga tað. Onkuntíð er eisini neyðugt at tosa við foreldur at einum barni, og tað kann vera ymiskt, hvussu foreldrini eru fyri,” greiður hann frá.
”Eg verði glaður og væl nøgdur, um tað t.d. eydnast teimum ungu at fáa eitt 9. floks­prógv, at koma í læru ella okkurt sovorðið. Størsta kenslan er tó, tá barnið sjálvt hevur eina góða kenslu av lívinum og hevur kensluna av at megna. Tá kenni eg tað sum at okkara arbeiði hev­ur gjørt mun,” sigur Djóni Nolsøe Joensen, smílandi.
----

FAKTA
Navn: Djóni Nolsøe Joensen
Aldur: 41
Útbúgving: Náms­frøð­ingur í 1999
Starv: Námsfrøðingur/samskipari í Jekara­stovu
Kona: Marita Gregersen Hansen
Børn: Anna 17 ár, Óluva 12 ár og Gyða 3 ár
Fyrr starvast: Á Barna­heiminum og Frítíðar­skúlanum í Bad­minton­høllini
-----
Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí sambandinum fara vit at prenta fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Fyrstu greinini situr tú við nú, og ætlanin er at prenta hinar tey næstu trý vikuskiftini. Tað er journalisturin Grækaris D. Magnussen, ið skrivar greinarnar.