Beint eftir ólavsøku verður høvi at kunna seg við ísraelska mentan, tá jemenittiskt-jødiski fólkatónleikarabólkurin Gulaza vitjar í Tøting. Gulaza er ein etniskur tónleikabólkur úr Ísrael, ið eru sera áhugaverd bæði í tónleiki og boðskapi. Á konsertini í Tøting fer føroyski fólkatónleikarin Kári Sverrison eisini at syngja.
Í samrøðu við Sosialin segði ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Barukh Binah, at Gulaza er ein serligur tónleikabólkur.
- Jemenittiskt-jødiska samfelagið hevur verið til síðani tíð Sálomon Kongs. Tey syngja á ein heilt serligan hátt. Søguliga vóru tað einans kvinnurnar, sum sungu, men Gulaza hevr gjørt tónleikin eitt vet meiri nútíðar og meiri etniskan og loyvar eisini monnunum at syngja, sigur Barukh Binah.
Nógvir av sangunum hjá Gulaza snúgva seg um lagnuna hjá kvinnum og gentum í Jemen.
Í juli mánaði í 2013 avdúkaði 11 ára gamla Nada Al-Ahdal úr Jemen, lagnuna hjá mongum kvinnum og gentum í Jemen. Hetta var lagt út á teir sosialu miðlarnar t.d. á facebook, milliónir sóu Nadu. Á henda hátt megnaði Nada at sleppa sær undan at verða burturgift við valdi til ein ríkan mann í Saudi Arabia.
Genturnar í Jemen verða enn í dag giftar í aldrinum 11-15 ár, til menn ið tær ikki kenna, og onkuntíð enda tær sum kona nummar tvey ella trý hjá hesum monnum. Genturnar verða noyddar at fara frá familju og heimi sínum, fyri at ferðast langar leiðir til eitt ókent pláss, uttan møguleika fyri at síggja familjuna aftur
Yrkingarnar og sangirnir hjá hesum gentum og kvinnum, eru á arabiskum og eru at roknað sum fólkatónleikur, ið hevur verið førdur frá móður til dóttir í øldir, hervið hava tær í løtum kunna flýggja frá tí hørðu tilverðuni í dagligdegnum og skapa eina andaliga innaru tilverðu, við frælsi og talandi yvirbrá.
Sangirnir lýsa teirra lív og arbeiði, men tað týdningarmesta í sangunum er hugtakið, “Hena” sum lýsir umstøðurnar tá gentan skilist frá familju síni fyri ongantíð at síggjast aftur.
Søguliga eru jemenittisku kvinnurnar, sum hava sungið sangirnar. Í Gulaza sleppa menninir framat, umframt at sangirnir eru settir til nýggj ljóðføri, sum strúkarar úr Sahara, sello og gittara.
Gulaza eru:
Igal Mizrahi - Vocals and Percussion
Ben Aylon - Percussion and Djeli N'goni
Ian Aylon - Guitars
Leat Sabbah - Cello
www.gulaza.com