Hann hevur ikki misrøkt sína skyldu sum lækni, sigur Føroya Rættur Jenis av Rana er fyri lítlari løtu fríkendur í Føroya Rætti
Hann var ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldur sum kommunulækni.
Hetta skuldi vera hent, tá ið ein ung genta í viðtalu hjá Jenis av Rana skal hava fortalt honum, at pápin hevði framt kynsligan ágang ímóti henni.
Í slíkum føri hevur læknin skyldu at boða avvarðandi myndugleikum frá, men tað gjørdi hann ikki eftir tí, sum er komið fram, og tað er hann ákærdur fyri.
Jenis av Rana hevur alla tíðina tvíhildið um, at alt hetta er tann beri heilaspuni og at hann onki kennur til hetta yvirhøvur.
Málið varð viðgjørt í rættinum í gjár og dómur fall fyri lítlari løtu síðani.
Og úrslitið var, at Jenis av Rana varð fríkendur.
Meiri um hetta á Rás2 klokkan 11 og í Sosialinum seinnapartin