Jenis av Rana gjørdi einki skeivt - men framferðin er skeiv

Hetta er ikki nokk til at lata tað fáa avleiðingar fyri landsstýrismannin

##med2##

 

Í næstu viku er ætlanin at skriva undir avtaluna um at seta ein hernaðarradara upp á Sornfelli. Í tí sambandi eru andstøðuflokkarnir so ónøgdir við framferðina hjá Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanlandsmálum, at umboð fyri Framsókn og Tjóðveldi eru farin at tosa um at leggja uppskot um misálit á landsstýrismannin fyri Løgtingið.

 

Men tað fáa teir ikki undirtøku fyri, heldur ikki frá hinum andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum.

 

Í tíðindunum á FM1 greiddi Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, f frá, hví hann ikki hevði atkvøtt fyri einum uppskoti um misálit á landsstýrismannin.

 

Hann sigur, at formliga hevur Jenis av Rana ikki gjørt nakað skeivt, men kortini er Aksel V. Johannesen púra ósamdir við framferðini.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Aksel V. Johannesen greiða frá støðuni.