Jenis av Rana, tingmaður og formaður fyri Miðflokkin, hevur altíð havt eina greiða hugsan um samkynd.
Men nú danska blaðið Information viðger støðuna hjá samkyndum í Føroyum, hava teir eisini spurt tingmannin, sum er óvanliga hvassorðaður í sínum vendingum.
- Meining Guds er, at vit, sum einstaklingar, skulu liva eitt trygt og friðarligt lív. Men ístaðin draga tey samkyndu eitt oyðileggjandi spor av mótloysi, drykkjuskapi, misbrúki, isolatión, eyðmýking og sjálvmorði eftir seg, er skotriðin, Informatión endurgevur hann fyri at siga.
- Men tað kann ikki vera øðrvísi, tá ið mann ikki livir ta lív, man er skaptur at liva, leggur hann afturat.