Jenis av Rana skuldi ikki standa einsamallur

– Endamálið er at verja landsstýrismannin, sigur partamaður hansara

Tey tiltøk, sum vit seta í verk ímóti Russlandi, er í fullum samsvari við tiltøkini, ES setur í gildið. Tað sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, nú Løgtingið fer at samtykkja at geva Jenis av Rana heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi.   

 

Men samgongan vil ikki geva Jenisi av Rana heimild til at seta tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum raka føroyskan útflutning til Russlands, ella sum raka fiskiveiðisamstarvið við Russland. Skulu slík tiltøk setast í verk, sum raka útflutningin og fiskiveiðisamstarvi, kann tað ikki gerast, uttan at Løgtingið samtykkir tað serskilt.

 

Bill Justinussen, sum eisini er limur í uttanlandsnevndini, sigur, at hetta er fyri at verja landsstýrismannin. Hann vísir á, at útflutningurin til Russland, og fiskiveiðisamstarvið í Russland, hevur so stóran búskaparligan týdning fyri okkum, at skulu tiltøk setast í verk, sum fáa avleiðingar fyri tað, eigur tað at verða gjørt við eini beinleiðis løgtingssamtykt.

 

Skal landsstýrismaðurin standa einsamallur við eini so stórari avgerð, kann hann koma í ta støðu, at hann kemur sær í politiskt óføri og tí er tað betri, at hann hevur Løgtingið at taka avgerðina. Tað er skeivt at lata ein landsstýrismann standa einsamallan við tí trýstinum, sum tað førir við sær, eitt nú frá áhugamálim av ymsum slagi, leggur hann afturat.

 

Annars fer Løgtingið í summarfrí fríggjadagin, so skulu slík tiltøk setast í verk, førir hetta við sær, at so skal Løgtingið kallast sama í ótíð. Tað kann vera tvørligt og forðar fyri, at vit kunnu taka eina skjóta avgerð.

 

Bjarni Kárason Petersen sigur, at nú skilir hann einki, tí tað er bara nakrir dagar síðani, at samgongan vildi ikki, at málið um at seta radara upp á Sornfelli, skuldi leggjast fyri Løgtingið. Tá var tað nokk, at landsstýrismaðurin ráðførdi seg við uttanlandsnendina, men nú hevur samgongan ta heilt øvugtu støðuna.

 

Bill Justinussen sigur, at hetta er hvør sítt, tí hetta snýr seg um mál, sum hava stóran, búskaparligan týdning fyri okkum, tað hevur radaramálið ikki.