Ísland og Føroyar eru nú í diplomatiskari kreppu. Tað skrivar Ekstra Blaðið í kvøld eftir útsagnirnar hjá Jenisi av Rana, um almenna døgurðan fyri íslendska forsætisráðharranum og konu hennara. Enn einaferð eru føroyingar lýstir sum mótstøðufólk av homoseksualiteti í donsku miðlunum.
Ein føroyskur lækni og løgtingsmaður hevur skapt eina diplomatiska kreppu, tá hann noktaði fyri at eta saman við Johannu Sigurdarsóttir, orsaka av hennara seksuellu sannføring. Soleiðis skrivar Ekstra Blaðið í dag.
Tann ultra konservativi leiðarin av tí føroyska miðflokkinum, Jenis av Rana, noktar at luttaka til døgurðan, tí at Johanna Sigurdardóttir er samkynd, skrivar blaðið.