Løgtingsmaðurin Jenis av Rana fer nú at seta løgmanni skrivligan fyrispurning um nýggju rakettverjuskipanina hjá USA.
Jenis fer at spyrja løgmann, um hann kennir nakað til, at Føroyar eru við í hesi skipan, og um nakar hevur vent sær til landsstýrið um hesa skipan.
Hetta ger Jenis av Rana eftir ein rokfund í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, síðst í oktober mánaði.
Bylgjurnar gingu so høgt á hesum fundi, at danir hildu eftir fundin fyri, at hetta var helst seinastu ferð, at teir vórðu bodnir haðar.
Fekk illgruna
Jenis av Rana var í oktober mánaði á ST-fundi í New York. Síðst í oktober mánaði gjørdi eitt norðurlendskt ferðaliðið ein túr til Washington, har tey vitjaðu í ymsum stjórnarbygningum og aðrastaðni.
Millum annað varð vitjað í amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, og tað gjørdist ein lívligur fundur, har føroyska umboðið eisini endaði uppi í.
- Umboðini fyri Pentagon fóru illa við grønlendska fólkatingsumboðnum, Ellen Kristensen, tá hon spurdi um nýggju rakettverjuskipanina, sum Grønland verður ein partur av. Hon fekk at vita, hetta hevði hon einki við at gera, tí tað var eitt mál millum USA og Danmark, greiðir Jenis av Rana frá.
- Hetta fekk meg at vakna, tí kanska er tað sama galdandi fyri Føroyar. Kanska skulu vit verða við í rakettverjuni, uttan at vita vita av tí. Slíkt loyniligt virksemi hevur áður verið í Føroyum, sigur Jenis av Rana.
Lívligt kjak
Jenis av Rana spurdi, um Føroyar kanska eisini hava ein leiklut í hesi verjuskipanini, men hann fekk eitt harðligt svar frá Pentagon-manninum.
- Eg var sjokeraður av svarinum, tí hann pástóð, at tað hevði ongantíð verið nøkur herstøð í Føroyum, og hann royndi at niðurgera føroyingar, greiðir Jenis frá.
- Tað læt eg mær ikki lynda, og tað gjørdist til eitt lívligt kjak. Eg greiddi millum annað frá, at eg búði stutt frá NATO-støðini, og at eg helt tað verða undarligt, at hann skuldi siga, at eingin støð var í Føroyum.
Seinni viðurkendi Pentagon-maðurin, at tað kanska hevði verið ein støð í Føroyum, og hóast kvinnan, sum skipaði fyri túrinum í Pentagon, royndi at bera í bøtuflaka fyri bersøgna embætismanninum, hevði Jenis fingið ein ódámligan illgruna.
Spyr løgmann
Jenis av Rana vísir á, at amerikumenn áður hava havt virksemi í Føroyum, sum teir hava roynt at fjala fyri føroyska fólkinum.
- Hendan hendingin minnir nógv um fortíðina, tí tað var vanligt, at føroyingar fingu lítið ella einki at vita um hernaðarlig viðurskifti, tí tað tók Danmark sær av fyri okkum, sigur hann.
- Tí fari eg at seta løgmanni ein fyrispurning um málið. Eg fari at spyrja hann, um hann kennir nakað til nýggju rakettverjuskipanina, og um nakar hevur sett seg í samband við landsstýrið um hetta.
- Eg ætli mær eisini at spyrja løgmann, um hann heldur seg kenna sannleikan í hesum máli. Hetta geri eg, tí landsstýrið hevur ikki altið fingið allan sannleikan í hernaðarligum málum, sigur Jenis.
Fyrispurningurin verður væntandi latin løgtinginum mánadagin.