Jenis heldur 1. maidagsrøðu

Sum vant skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri 1. maidagshaldi á Vaglinum í Havn kl. 15. Á 1. maidagshaldinum á Vaglinum verða røður og tónleikur. Røðarar verða Jóhan Carl Dam, arbeiðsmaður og nevndarlimur og nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag, Sonja Jógvansdóttur, samskipari hjá Samtak, og Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin. Havnar Hornorkestur spælir og Tuxedo Rebels, sum eru Petur Pólsson og Knút Eysturskein Háberg, fara eisini at spæla nankrar arbeiðarasangir.

Arbeiðaradagur verður hildin víða um heim og mótmælisgongur eru allastaðni fyri betri arbeiðs- og livikorum, fyri betri arbeiðsumhvørvi og øktum politiskum frælsi.