Jenis hevur tað best í samgonguhitanum

Lyftið, sum Jenis av Rana hev­ur fingið frá sínum sam­gong­u­fel­øg­um um, at við­ur­skiftini í ALS skulu broyt­ast, er eitt lyfti, sum als einki er vert. Samgongan kann ikki geva eitt slíkt lyfti, tí tað er stýr­ið, sum ger av, hvussu við­ur­skift­ini hjá ar­beiðs­leys­um skulu vera, og løg­ting­ið skal bara virka sum at­kvøðu­neyt hjá stýr­i­num. So­leið­is er støð­an, og um løg­ting­ið ikki virð­ir ta støð­una, so legg­ur stýr­ið í ALS frá sær.

Sostætt er tað eitt tómt lyfti, sum Jenis av Rana sigur seg hava fing­ið frá sín­um sam­gongu­fel­øg­um.
Sambært Jenisi av Rana er tað best, at hann verð­ur ver­andi í sam­gong­­uni. Á­var­ing­in frá hon­um um at rýma hev­­ur hjálpt. Hann hevur fing­ið sam­gong­una meira so­si­ala, sig­ur hann.
Tað kann vera, at Jenis av Rana sjálv­ur trýr tí, hann sig­ur. Men tey flestu munnu síggja, at Jen­is av Rana enn eina­ferð hev­ur bluff­að, og tað gert tú ikki fleiri ferð­ir. Held­ur ikki í pol­i­tikki.
Tað var annars ikki við mýk­i­­nd­um, sum feðg­ar­nir báð­ir, Jen­is av Rana, for­mað­ur Mið­floks­ins, og son­ur­in, Hall­ur av Rana, for­mað­ur í ung­manna­fel­ag­num hjá Mið­flokk­i­num, fóru við sam­gong­uni. Son­ur­in rópti tað himmal­róp­andi arro­gansu, með­an Jenis av Rana stóð fram sum tann góði maðurin, ið ikki hevði hjarta til pol­i­tikk­in hjá samgonguni.
Vit halda, at hetta spæl fyri gall­a­r­í­­num.
Spurningurin er, um sam­gong­u­felag­ar­nir lurta eftir Jenisi. Tað nýtist teimum ikki, tí Mið­flokk­ur­in hev­ur sum so ongan týdn­ing í sam­gong­uni. Sjálv­andi er tað stutt­lig­ari hjá løg­manni at hava eina breið­ari sam­gongu, men politikk­in hjá sam­gong­uni á­virk­ar tað ikki, tað er sjón fyri søgn, tí enda­mál­ið hjá sam­gong­uni er enn sum áð­ur at taka frá teim­um á nið­astu rók­u­num, og geva teim­um á ov­astu rók­um sam­fel­ags­ins – fólki sum Jen­is við fleiri feit­um løn­um og fleiri almennum trygg­um pen­sjón­um – pen­sjón­um, sum ikki verða broytt­ar, ikki ein gong bleyta hjart­að hjá Jen­is­i av Rana.