stjórasetan
Leiklistaráðið avgjørdi á fundi í gjár, 17. januar, at seta Jenny C. Petersen í starv sum fyrsta stjóra fyri Tjóðpall Føroya. Hon tekur formliga við starvinum 1. februar 2005.
Jenny C. Petersen hevur drúgvar royndir á leiklistarliga økinum. Hon byrjaði sína yrkisleið í Sjónleikarahúsinum í Havn seinast í 70'árunum sum áhugaleikari. Í 1982 fór hon í skrivstovulæru hjá p/f Ludvig Breckman og seinni hjá grannskoðaravirkinum C. V. Weihe. Frá 1985 var hon styttri skeið í Norra og Danmark og arbeiddi við leiklist. Í 1987 fekk hon boðið starv í Norra og hevur síðani tá arbeitt við leiklist burturav, 14 ár í einum norskum yrkisleiklistahúsi, Sogn og Fjordane Teater, og síðani 2000 í Leikhúsinum Grímu og Leikpalli Føroya.
Í Sogn og Fjordane Teater arbeiddi Jenny á øllum økjum innan sjónleikarframleiðslu, serliga sum inspientur, har hon hevði listarligu ábyrgdina eftir frumframførsluna. Hon var fastur turnéleiðari og hevði ábyrgd av teaturbátinum hjá leikhúsinum á turnéunum. Frá 1992 var hon framleiðsluleiðari. Hon hevur eisini havt ábyrgd av at leggja leikskrá og fíggjarætlanir, arbeiðsætlanir og turnéætlanir. Meðan Jenny var í Norra, var hon við til at umskipa bygnaðin fyri Sogn og Fjordane Teater.
Jenny hevur eisini drúgvar royndir við leiklist í Føroyum. Hon arbeiddi við Havnarmyndum í 1980unum, var styttri tíðarskeið í Føroyum í 1993 og 1995, og hevur síðani 2000 arbeitt hjá Leikpalli Føroya og Leikhúsinum Grímu sum fyrisitingarligur leiðari saman við Eyðuni Johannessen.